Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sabotaga ella roykslør?

Oliver Joensen

Nú er rúm tíð gingin, síðan tíðindi bórust í Sosialinum (28 september) um tveir brandbilar, sum ikki vildu í gongd á brandstøðini í Klaksvík

Nú er rúm tíð gingin, síðan tíðindi bórust í Sosialinum (28 september) um tveir brandbilar, sum ikki vildu í gongd á brandstøðini í Klaksvík í samband við ein eldsbruna, og borgarstjórin skuldi kannað málið til botns. Stutt eftir, tann 7 oktober, bórust tíðindi í Norðlýsinum, at talan møguliga var um sabotagu. Esini hetta skuldi borgarstjórin, sambært norðlýsinum, kannað.  Nú vit skriva 23. oktober, standa nakrir spurningar enn opnir.
Hvat vísti kanningin? Hava vit millum okkum sløkkiliðsmenn, sum kunnu finna uppá at sabotera brandbilarnar? Ella hava vit ein sløkkiliðsleiðara, sum kann finna uppá at ákæra fólk fyri sabotagu, fyri at káva útyvir egin mistøk? Tá sløkkiliðsleiðarin kann nevna tríggjar sløkkiliðsmenn, sum hava sæð ein annan sløkkiliðsmann sabotera brandbilarnar, hví er hesin so ikki loystur úr starvi og málið melda til politiið? Er her talan um at ljóskastarin verður snaraður burtur frá veruliga trupulleikanum? Eftirsum málið skuldi kannast til botns hví eru teir sløkkiliðsmennirnir, sum fyrstir komu til streymleysu bilarnar og fingu teir í gongd, so ikki spurdir um, hvørjum standi bilarnir vóru í, og um tekin vóru um sabotagu? Er tað satt, at umsitingin fyrr er gjørd varug við streymtrupulleikar hjá tí eina brandbilinum? Um so er, hvat er gjørt fyri at rætta trupulleikan? Er tað satt at hugtakið sabotaga, einaferð hevur verið brúkt ístaðin fyri hugtakið operatørfeilur í sambandi við klorskipanina í svimjihøllini? Tá hugsa verður um, at starvsfólk í svimjihøllini, har sløkkiliðsleiðarin eisini er leiðari, ikki eru heilt óvon við at vera løgd undir bæði líkt og ólíkt, kundi so hugsast, at søgan um sabotagu kann koyrast í ta skuffuna? Og hvussu hongur tað saman, at sami maður samstundis skal virka sum lívbjargari í svimjihøllini og skaðastaðsleiðari hjá sløkkiliðnum?
Seinast eg skrivaði um hetta evnið, hevði eg tað fatan at aldursmarkið fyri sløkkiliðsfólk var 60 ár. Eg má viðganga, at eg fór skeivur. Tí henda regla varð broytt, eitt ár áðrenn núverandi sløkkiliðsleiðarin gjørdist 60. Reglur eiga at vera endurskoðaðar javnan og eiga at vera broyttar, so tær eru tíðarhóskandi. Men sæð í ljósinum av øllum hinum ivaspurningunum, gerst hetta eisini ein opin spurningur.
Gomlu reglurnar, Brandviðtøkur fyri Klaksvíkar Kommunu og Tænastureglur fyri brandliðið í Klaksvík, eru frá 16. februar 1968. Hesar vóru endurskoðaðar við býráðssamtykt 23. juni 1998. Í greinini í Sosialinum, týsdagin 29. september, verður sløkkiliðsleiðarin endurgivin fyri at siga, at allir sløkkiliðsmennirnir hava lykil til støðina, og at teir skiftast um at eftirhyggja bilarnar. Ì Sosialinum, leyðardagin 1. oktober, sigur varaleiðarin, at onki skipað eftirlit er. Í viðtøkunum fyri sløkkiliðið frá 23. juni 1998, stendur í §3, 5. brotið: Eisini skal hann (sløkkiliðsleiðarin) bera umsorgan fyri, at amboðini hjá sløkkiliðnum verða røkt og væl umsitin.
Í 6. broti stendur: Hann hevur ræði yvir sløkkiliðnum, eisini á sjálvum ástaðnum undir allari eldsløkking og bjargingararbeiði, og ber hann umsorgan fyri, at amboðini altíð eru tøk og í góðum standi. Tá vit lesa tær nýggju orðingarnar um aldursmark, kundu vit ímynda okkum eina stóra vanlukku í einum tunli norður um fjall, við eldi og fleiri skaddum.
Í nýggju viðtøkunum stendur, at aldursmarkið hjá sløkkiliðsfólki er 63 ár. Men… brunanevndin kann leingja tænastutíðina upp til 5 ár, tvs. til 68 ár. Sum tað stendur: Í slíkum førum krevst læknaváttan frá egnum lækna, sum greitt sigur, um viðkomandi er førur fyri at halda fram í starvinum. Mær vitandi hevur verandi sløkkiliðsleiðari havt heilsutrupuleikar, sum í fleiri ár hevur gjørt tað trupult hjá honum at virka sum lívbjargari og leiðari í svimjihøllini.
Øgiliga nógvir spurningar men ongi svar. Ætlanin er kanska, at alt hetta skal fara stillisliga afturvið borðinum og hvørva í gloymskunar havið.
Man kann sjálvandi ikki vænta sær svar frá einum, sum onki veit. Man kann ikki vænta sær svar frá einum, sum ikki vil vita. Hvussu skal man so vænta sær svar frá teimum, sum fyri alt í verini ikki vilja, at onnur skulu vita?
 Dánjal Jákup Meinertsson