Týsdagin hin 1. nov. verður minningarhald teirra sjólátnu á Syðradali, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Strandfaraferjan, "Sam" siglir úr Klaksvík kl. 12:30, og byrjar haldið klokkan 13:30 við minnisvarðan. Um ikki viðrar, so í skúlanum.
Heini Marknagil, talar. Sangur verður við songbólki úr Betesda. Boðið verður til drekkamunn í skúlanum aftaná.
Av Syðradali ber til at sleppa við farleiðini, ið fer haðani kl. 15:10 og 18:20.




