Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvat manglar føroyskur ungdómsfótbóltur?

Norðlýsið

Hóskvøldið verður venjarafundur í KÍ, har evnið verður føroyskur ungdómsfótbóltur í altjóða samanhangi. Jógvan Martin Olsen fer at greiða frá, hvørji rák eru í altjóða ungdómsfótbólti í løtuni, og hvussu føroyskir spælarar standa seg í altjóða dystum

Jógvan Martin Olsen hevur gott innlit í altjóða fótbólt. Hann hevur seinastu 10 árini hevur verið hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, og hann hevur høvuðsábyrgdina av øllum ungdómsliðsliðum hjá FSF. Hann ferðast nógv í fótbóltsørindum uttanlands og fylgir føroyskum ungdómsspælarum í altjóða kappingum.

Á venjarafundinum í KÍ hóskvøldið fer Jógvan Martin at greiða frá, hvørji rák eru í altjóða ungdómsfótbólti í løtuni. Hvørjir leikhættir og leikskipanir brúka ungdómslandsliðini? Hvussu standa føroysku liðini seg í altjóða kappingum? Hvat mangla føroysku spælararnir samanborið við spælarar úr øðrum londum? Hvat skulu føroyskir spælarar gerast betur til? Hvat skulu ungdómsvenjarar í feløgunum leggja størri dent á í sínari venjing? Høvi verður eisini at seta Jógvani Martini spurningar um ungdómsfótbólt.

Fundurin verður á Loftinum í KÍ-høllini hóskvøldið 27. oktober kl. 20.30. Fundurin er fyri ungdómsvenjarar hjá KÍ, men eisini onnur, sum hava áhuga fyri evninum, eru vælkomin á fundin.

Harleywoodpaint