Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunan móti presti í Føroya Rætti

John William Joensen

Í góðar fimm tímar var sakarmálið millum Hans Eiler Hammer og Almannastovuna øðrumegin og Klaksvíkar Kommunu saman við Barnaverndini hinumegin viðgjørt í Føroya Rætti.

Í stuttum kann sigast, at Klaksvíkar Kommuna og Barnaverndin saksøktu Hans Eiler Hammer eftir at Almannastovan avgjørdi at lata Hans Eiler fáa fult innlit í eitt mál, sum Barnaverndin hevði kannað hjá prestahjúnunum
Barnaverndin og Klaksvíkar Kommuna krevur, at prestur verður frádømdur rættindini til alment innlit í tann partin, sum avdúkar hvør tað er, sum hevur meldað prestahjúnini.
 
Nógv vitnir í rættinum
Rættarviðgerðin bleiv heldur drúgv tí nógv vitni vóru innkallaði.
Borgarstjórin í Klaksvík skuldi, sum ovasti umsitingarlig leiðari, m.a. svar spurningurm frá verjanum hjá ákærda hví Borgarstjórin ikki hevði svarað brøvum frá ákærda og sakførara hansara. Borgarstjórin greiddi frá, at hann hevði sent brøvini víðari til tey, sum varaðu av málinum og sakførarin hjá Kommununi førdi eisini fram, at tað var ikki vanligt at svara øllum slíkum brøvum.
 
Sosiala deild og barnaverndin
Sakførarin hjá prestahjúnunum hevði kallað leiðaran fyri Sosialudeild og limir í barnaverndini til at greiða frá málinum.
Tey fingu øll spurningin, um tey í prinsippinum tóku undir við at fólk, sum meldaðu til barnaverndina fingu lyfti um at vera dulnevnd.
Leiðarin fyri Sosialudeild, formaðurin fyri barnaverndina og limirnir í barnaverndini, váttaðu øll, at tey tóku undir við hesum prinsippinum.
Systur prest var eisini avhoyrd í rættinum í samband við hóttanarbrøv, sum prestahjúnini fingu um somu tíð, sum tey vóru meldaði til barnaverndina.
 
Dómur fellur í málinum 6. desember.