Ídag, sunnudagin, skal Stjørnan royna seg á útivølli ímóti Stíf áSkála. Dysturin byrjar kl. 15, og farið verður við Ternuni kl. 13.15.
Ikki kann annað sigast enn at hugaligt hevur verið at fylgt Stjørnuni teir fyrstu dystirnar í landskappingini. Tað sær út til at nýggi venjarin hevur sera stórt álit á yngru leikarunum og í øllum dystunum higartil, sum Stjørnan hevur leikt, hevur venjarin gjørt nýtslu av teimum yngru eisini.
Og vit kunnu ikki siga annað, enn at tær ungu hava higartil livað upp til álitið, so spennandi verður at síggja hvussu leikur fer á Skála ídag í útidystinum ímóti Stíf.




