Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Isaksen, kendur KÍ málverji um Jákup: Kvikur, sterkar hendur og góðan heys

John William Joensen

er skotsmáli Jákup Mikkelsen fær frá kenda KÍ málverjanum sum vann FM fleiri ferðir í 50-unum, Karl Isaksen

Karl Isaksen spældi fyrstuferð á KÍ liðinum í 1949 og sambart honum var hann seinastu ferðina við í dysti í 1963, men síðani hevur hann verið ein av trúgvastu KÍ viðhaldsmonnunum. Sterka røddin hjá Karl er framvegis eyðkend tá KÍ spælir, og tað kemur fyri at onkur glósan fellur tá KÍ ararnir ikki liva upp til tað teir eiga.
– Eg má siga at Jákup Mikkelsen uttan iva er besti føroyski málverjin.
– Hann er kvikur, hevur sterkar hendur og góðan heys. Hetta er serliga tað sum skal til fyri at vera góður málverji og hesar eginleikarnar hevur hann.
– Eg spældi saman við pápa hansara, sum var ein framúr vongur, men sjálvandi ber ikki til at samanbera umstøðurnar hjá okkum við tær sum eru í dag.

Bólturin loðin
Tey sum minnast Karl sum málverja siga at hann hevði framúr góða evni, men sjálvur vil Karl einki siga um hetta.
– Tá vit spældu var undirlagið grót og ikki kunstgræs og tí var ikki sørt at ein skurðslaði seg illa. Harafturat vóru bóltarnir sera tungir og samanborið við dagin í dag so haldi eg ikki at eg fari skeivur tá eg sigi at lissan, sum bóltarnir tá høvdu, vigaði meira enn bóltarnir teir brúka í dag.
– Eg var heldur tungur sum málverji men tað passaði sera væl til teir tungu bóltarnar sum vit brúktu tá. Bóltarnir vóru eisini sera ymiskir. Summir vóru rættuliga loðnir meðan aðrar tíðir vóru teir sera glattir. Um tú vart so óheppin at skalla bóltin var ein um at missa vitið og tað mól fyri einum.

Ikki fara ov langt út
Sum vit byrjaðu í greinini so er Karl ein trúgvur viðhaldsmaður sum ikki heldur seg aftur við at siga sína meining tá dystur er.
– Mær dámar ikki at síggja málverjar koma ov langt út úr málinum. Tá eg síggið hetta plagi eg at lata teir vita av hesum, tí bóltarnir í dag eru so lættir at leikarar kunnu frá miðjuni lyfta bóltin í málið. Eisini kendir málverjar úti í heimi hava feilin við at fara ov langt út úr málinum.

Ynskir Jákupi alt tað besta
– Eg má bara siga alt gott um Jákup tí hann er okkara besti málverji. Tí fari eg eisini at ynskja honum hjartaliga tillukku við meistaraheitinum og eina góða framtíð.
– Eg havi sæð hann spælt í donsku kappingin og eingin hevur umboða føroyskan fótbólt so væl sum Jákup.

jwj