Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðíndaskriv: frá Føroya Banka

John William Joensen

Føroya Banki hevur tillagað virkisbygnaðin til nýggju leiðslustøðuna í bankanum við einum stjóra, soleiðis, at hann stuðlar undir framtíðarætlanum bankans um vøkstur.

"Vit liva í einum broytiligum heimi, og er hetta serstakliga galdandi fyri fíggjarheimin. Frá tíð til aðra er tað tí neyðugt hjá øllum fyritøkum at tillaga seg til broyttu umstøðurnar. Tað hevur bankin nú gjørt. Vit hava stungið nýggja kós út í kortið við ætlanum fyri menning av virkisøkjum bankans  bæði núverandi og nýggjum økjum sigur Janus Petersen, stjóri.
Virkisøkini privat, vinna og íløgur verða snúningsásin í nýggja bygnaði bankans. Viðskiftafólk bankans skulu soleiðis vera í miðdeplinum fyri virksemi okkara, har okkara góðu starvsfólk vilja vísa áræði og dirvi til at veita fíggjartænastur til kappingarførar prísir. Nýmenning av tænastum og virkisøkjum bankans verður ein náttúrligur partur av virksemi bankans framyvir sigur Janus Petersen, stjóri.
Nýggj kós við nýggjum stjóra krevur eisini nýggjan bygnað. Áðrenn stjórnarskiftið var bankin stjórnaður av tveimum stjórum og 14 deildarleiðarum við beinleiðis tilvísing til stjórnina. Í nýggja bygnaðinum verða umframt forstjóran fimm deildarleiðarar í ovastu leiðsluni. Aðrar deildir, ið áður hava hava havt tilvísing til stjórnina, koma framyvir at hava tilvísing til hesar leiðarar.
Bankin málrættar sítt virksemi og vil fokusera uppá virkisøkini privat, vinna og íløgur. Bankin verður skipaður av nýggjum við atliti til, at leiðarin fyri virkisøkið fær ábyrgdina av øllum virkisøkinum. Janus Petersen, forstjóri, hevur evstu ábyrgdina av vinnuliga virkisøkinum, meðan nýggjur leiðari verður settur í næstum við evstu ábyrgdini av privata virkisøkinum. Leiðararnir fyri kundadeildirnar kring landið fáa eftir hetta tilvísing til privatkundaleiðaran. 
Til at stuðla undir hendan bygnað við virkisøkjum verða innanhýsis deildirnar savnaðar í tvær eindir, Fyrisiting og Stjórnarumsiting. Harafturat verður ein nýggj deild stovnsett, Menning & Samskifti, hvørs høvuðsendamál eru at fremja nýggjar verkætlanir í verki til at menna virkissøkini, og at varða av samskifti bankans.
Ovasta leiðsla bankans verður eftir hetta mannað av fimm fólkum umframt Janus Petersen, stjóra.


  • Vinna: Janus Petersen, stjóri

  • Privat: Verður settur í næstum

  • Íløgur: Jan Jakobsen, leiðari

  • Fyrisiting: Ingi Vestergaard, leiðari

  • Stjórnarumsiting: Jean Djurhuus, leiðari

  • Menning & Samskifti: Johnny í Grótinum, leiðari

 
Møguligir spurningar hesum viðvíkjandi kunnu stílast til Janus Petersen, forstjóra.
Tórshavn, 31. oktober 2005
 
Føroya Banki