Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsa: Heilsurenningin flutt

John William Joensen

Heilsurenningin verður nú leygardag kl. 15 ístaðin fyri hóskvøld kl .19. Møtt verður sum áður við fótbóltsskýlið.

Nú dagarnir eru styttir og kvøldini long og myrk, so er heilsurenningnin, sum Treysti og Heilsunevndin skipa fyri, flutt frá at verða hóskvøld kl. 19 til leygardag kl. 15 í staðin.

Síðani summarsteðgin hevur verið runnið/gingið, so at siga, hvørt hóskvøld óansæð hvussu veðrið hevur verið. Nakrir luttakarir hava verið trúfastir og luttikið næstan hvørja ferð. Vanliga talið hevur verið millum 15-30 luttakarir í øllum aldri, onkuntíð fleiri onkuntíð færri. Tó hava nógv flest kvinnur/børn luttikið og bert heilt fáir menn.

Nú er alment at Norðoyatunnilin letur upp 1. mai, so nú er tíð at byrja venjingina til tunnilsrenningina, áðrenn jólaborðhaldini byrja.

Harleywoodpaint