Sigursgongdin hjá Stjørnukvinnunum heldur fram. Mikukvøldið stóð VÍF fyri tørni, tá tær á heima vølli tóku móti Stjørnuni.
Sigursgongdin hjá Stjørnukvinnunum heldur fram. Mikukvøldið stóð VÍF fyri tørni, tá tær á heima vølli tóku móti Stjørnuni. Hóast tað gekk nakað javnt á í fyrra hálvleiki, so máttu VÍF ásanna, at bitin var ov stórur. Eftir hálvleiksstøðuna 15-11 til Stjørnuna, gjørdist endaliga úrslitið gjørdist 33-22 til gestirnar.
Stjørnan hevur nú leikt 7 dystir og vunnið teir allar. Leygardaginskulu tær til Havnar at leika mót Kyndli.




