Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sunda kommuna í samstarv við tríggjar Norðoyakommunur

John William Joensen

Sunda Kommuna hevur gjørt avtalu við tríggjar kommunur í Norðoyggjum um barnaverndarøkið sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu í viðtalu við útvarpið

Frammanundan eru Sunda og Eiðis Kommuna gingnar saman um barnaverndarøkið, og við teimum trimum kommununum í Norðoyggjum verður talan um eitt øki við 3500 íbúgvum. Umsóknin verður væntandi samtykt í kvøld.

Viðareiðis, Hvannasunds og Húsa Kommuna hava allar søkt um at gerast partur av barnaverndarøkinum, ið Sunda og Eiðis Kommuna eru gingnar saman um, og longu hava gjørt avtalu um.

– Umsóknin frá teimum trimum kommununum kemur til viðgerðar á bygdaráðsfundi í Sunda og Eiðis Kommunu í kvøld, og har fær hon væntandi bláa stemplið, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.