Í Barnaverndarnevndarmálinum hava tær báðar eystastu kommunurnar í Føroyum gjørt av at ganga saman við Klaksvíkar kommunu.
Hóast ikki allar kommunurnar í Norðoyggjum eru samdar um at ganga saman um barnaverndarnevnd, so frættist ídag, at bæði Fugloyar kommuna og Svínoyar Kommuna hava samtykt at ganga saman við Klaksvík í barnaverndarnevndarmálinum.




