Sigast má, at nýggi bygningurin hjá Reyni Service á ídnaðarøkinum við Borðoyarvík, sum varð tikin í nýtslu leygardagin, er ein sonn perla, bæði tá hugsað verður um útsjóndina og tað fakliga.
Tað var ein ikki sørt errin Eivind av Reyni, ið kundi bjóða norðoyingum og øðrum til stórfingna móttøku leygardagin. Eftir at Evind sjálvur hevði boðið øllum vælkomin, var tónleikur á skránni, og tað vóru tey bæði Monika og Dánjal, ið løgdu fyri við hugnaligum tónleiki, síðani helt Eivindur sjálvur røðu, har hann millum annað segði frá, hvussu byggingin var komin í lag ígjøgnum Karl Josephsen og at enda takkaði hann øllum teimum, sum høvdu lagt eitt gott arbeiði eftir seg, og sum høvdu gjørt tað møguligt at fáa eina so góða loysn, sum húsið var.
Laila av Reyni, svigerdóttir Eivinds sang síðani og aftaná hana helt Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri eina røðu, har hann greiddi eitt sindur frá fyrstu Toyotabilunum í Klaksvík og serliga teimum, sum John á Gørðum keypti fyri nógvum árum síðani.
17 sangarar vóru eisini á skránni og sungu teir tveir sangir.
Síðani var boðið inn á bilverkstaðin, har borðreitt varð við ymiskum til matnað og har høvi varð at fáa frágreiðing um sjálvan verkstaðin.
Eivind av Reyni segði, at verkstaðurin í Klingrugarði er ein hin mest framkomnu í landinum og hann undirstrikaði, at hóast Toyota skeltið prýðir bygningin uttan, so er verkstaðurin ætlaður øllum bilmerkjum.
Tað verður annars Hans Berg Hammer, sum framhaldandi fer at standa fyri Reyni Service virkseminum í Klaksvík, hann hevur líka síðani seinast í 80-unum havt samband við Reyni Service og seinastu árini rikið verkstaðin hjá Reyni Service á Stongunum.
Í røðu síni bjóðaði Eivind av Reyni hinum virkjunum í Klingrugarði til samarbeiði, hann helt tað vera upplagt, at virkini á økinum við Borðoyarvík av og á skipaðu fyri tiltøkum saman, sum kundu gera tað áhugavert hjá fólki úr Klaksvík og aðrastaðni at vitja í Klingrugarði.
Norðlýsið fer við hesum at ynskja Reyni Service tillukku við nýggja bygninginum og góða eydnu.




