Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator kemur um 14 dagar

Oliver Joensen

Avloysarin hjá Nærabergi, Atlantic Navigator væntast á Klaksvík 10 ella 11. desember.

Tað hevur gingið nakað longri enn ætlað at rigga Næraberg av og rigga Atlantic Navigator til við svartkjaftaútgerðini hjá Nærabergi, men nú er so dato sett á og hendir onki óvæntað, so verður Atlantic Navigator í Føroyum í fyrru helvt av desember.
Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol sigur við Norðlýsið, at Atlantic Navigator skal ganga út frá Klaksvík og fer at liggja norðuri í Ánunum tá hann landar. Vit ætla at ein frystigoymsla skal byggjast norðuri í Ánunum, tí tað er neyðugt við størri frystikapasiteti í Klaksvík, sigur Hanus Hansen at enda.