Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Zonuterapi heima við hús

John William Joensen

Osla Sørensen, sum higartil hevur havt viðgerðarhøli við Klaksvíksvegin, leggur nú um til at fara heim til viðskiftafólk við zonuviðgerðini.

Osla Sørensen sigur, at tey eru mong, ið hava gjørt nýtslu av zonuviðgrerðini, síðani hon byrjaði, men ásannandi, at tey eru mong, ið ikki eru so væl før fyri at koma til viðgerðarhølini og eisini kanska kenna seg betur heima við hús, so hevur hon gjørt av heldur at vitjað viðskiftafólkini heima, tá tey hava viðgerð fyri neyðini.

Bæði føtur og andlit
Andlitssonuviðgerð er stimbran av sonum og økjum í andliti/skalla eins og fótsonuviðgerð. mett verður um ójavnvágar og gjørd verður sundurgreining av sjúkueyðkennum. síðani verða ávís øki stimbraði, øki ið geva tekin víðari til nervalagið, musklar, liðir, beinagrind og yrkisgøtn, ið við hesum fáa javnvág.
Vinstra og høgra hálva av heilanum verða laga til, sum gevur eina betri sálarliga javnvág. Henda viðgerð verður eisini nýtt í sambandi við útsjóndina. tá streymurin í blóði/eitlum verður betraður í andlitsvegnaðinum verður húðin strammað upp og rukkur hvørva.
Hesin háttur kann eisini nýtast í samband við viððgerð av innlæringar- og atferðartrupulleikum..

Allir aldursflokkar
Osla Sørensen sigur, at fólk í øllum aldrum hava gott av zonuviðgerð, eg havi havt børn við babykolikk líka til heilt gomul fólk í viðgerð, sum hava latið sera væl at og hava fingið stórt gagn av viðgerðini, eisini og ikki minst fáa fólk viðgerð einans fyri vælverunar orsøk, so hetta er vert hjá øllum at royna. Um onkur vil hava vitjan, so er bert at ringja á tlf. 211029.