Leygardagin 10. desember verður skipað fyri árligu Mjølnir-kappindini hjá teim eldru deildunum.
Tilmelding til Mjølnir Kappingina (Eldri deildir )
Leygardagin 10 des 2005,verður árliga Mjølnir kappingin hjá teimum eldru deildunum. Leikt verður í Kí-Høllini, Fimleikarhallum skúlans og gerst neyðugt, verða hallirnar á Fossanesið og Viðareiði nýttar.
Seinasta freist at boða frá luttøku er Mánadagin 28 nov 2005. Boðast kann frá luttøku á tfl 223463, ella kann teldupostur verða sendur tilLuttøkugjaldið er 500 kr fyri lið í meistaradeildini, og 300 kr fyri hini liðini.
Heitt verður á øll feløgini, um at gjalda luttøkugjaldið, tá ið tit boða frá luttøku. Gjaldast skal á konto 9865-495.340.6 í Noroyða Sparikassa.
T.v.s at tilmelding er gyldug, tá peningurin er goldin inn á áður nevndu konto.Steyp og heiðursmerkið verða latin vinnandi liðinum. Finalurnar hjá meistaradeildunum verða leiktar 8.jan 2006, meðan kappingin hjá 1.deild og 2.deild verða avgreiddar sama dag 10.des 2005




