Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Rættur gav ikki presti viðhald

John William Joensen

Hans Eiler Hammer, fekk ikki innlit í ákærurnar um misrøkt av børnum, og nú ætlar prestur at skjóta málið inn fyri landsrættin

Í morgun kl. 10 kunnaði dómarin Klaksvíkar Kommunu og Hans Eiler Hammer um niðurstøðuna í málinum millum partarnar.
Málið snýr seg í stuttum um at Klaksvíkar Kommuna hevur kravt at Føroya Rættur frádømir presti rættin til innlit í ákæru sum ein anonymur persónur hevur givið barnaverndini um at børnini hjá presti skuldu vera misrøkt.
– Nú er tað staðfest at tað er ikki vatntætt skott millum dómaraskrivstovuna og áhugabólkar uttanfyri, sigur ein sera skuffaður Hans Eiler, tá vit ringdu til hann í morgun.
– Tað er ein organiseraður fíggindaskapur, sum liggur aftanfyri tá fólk kunnu ákæra onnur dulnevnd, uttan at vit fáa møguleika at verja okkum. Hettar eru sterkar kreftir vit eru upp ímóti og ganga tær líka upp til leiðsluna fyri fólkakirkjuna og til leiðsluna í Betesda.
– Vit eru ikki sloppin at verja okkum í hesum málinum og við at góðtaka arbeiðsháttin hjá barnaverndini hevur Føroya Rættur tikið rættartrygdina frá okkum.
– Tað er ein mannarættur at fáa upplýst hvør tað er sum ákærur, men hetta hevur rætturin so ikki givið okkum undirtøku í.
– At ovasta leiðslan í býráðnum er tann sama sum stjórnar Betesda er eisini nakað ein bert kann taka til eftirtektar.
– Vit og almannastovan fara undir øllum umstøðum at senda málið víðari til landsrættin og um neyðugt til mannarættinda dómstólin.
– Tað stutta av tí langa er at nú Føroya rættur hevur nokta okkum innlit í ákærurnar og hevur rætturin við hesum eisini latið ákærurnar um at vit skuldu havt misrøkta okkara børn hanga í leysum lofti.
– Hetta kunnu vit als ikki lata liggja á okkum hóast vit eru vitandi um at ákærurnar av dulnevndu kvinnuni eru tiknar aftur.

Prestahjúnini høvdu ikki enn fingið grundgevingarnar fyri dóminum men tey vóru skelkaði av niðurstøðuni hjá rættinum.