sigur Jógvan Páll Lassen, sakførari, sum prestur hevur ákært fyri at fara í gjøgnum heilt í Føroya Rætti
– Eg havi bara tað viðmerking at tað er hvørki nakar í Betesda ella í leiðsluni fyri Fólkakirkjuna sum hevur tikið avgerð í hesum málinum. Tað er dómsvaldið, sum sambært grundlógini er óheft.
– Tað harmar meg almikið at prestur bæði í orð og talu umtalar fólk og meinigheitir á ein niðursetandi hátt.
– Eg eri ein av 25 sakførarum í Havn og er tað mítt arbeiði m.a. at føra rættarmál. Eg havi bæði verið við til at vinna og tapa í Føroyarætti so eg vil upp á tað harðasta afturvísa at eg og dómarin í málinum eru sum ein partur.
– Føroyarættur er ikki eitt stað har ein kann spæla sjónleik, tí tað loyvir dómarin ikki, og harafturat kann eg vísa á at einasti persónur, sum á rættarfundinum fekk beinleiðis átalu frá dómaranum, fyri sín framferð, var Hans Eiler Hammer sjálvur.
– At enda vil eg bara siga tað afturat at eg vóni fyri kirkjufólki í Klaksvík at Hans Eiler Hammer hevur betur skil fyri teologi enn hann hevur fyri jura, tí annars er ikki gott at vita hvar tey enda tann eina dag.




