sigur stjórin í Atlantsflog, Magni Arge í viðmerking til tað sum Jenis av Rana segði í tinginum í morgun
– Føroyingar hava fingið eitt nógv meira búgvið forhold til alkohol seinastu árini og tí er alkoholnýtslan umborð á flogførunum nógv minkað.
– Eg vísi aftur at fólk kunnu sita og drekka seg fullan umborð á flogførunum. Hetta er nakað sum flogternurnar halda eygað við men sjálvandi kann tað vera trupult at meta um hvussu nógv fólk tola.
– Harafturat kemur tað fyri at fólk hava drukkið áðrenn tey koma umborð á flogfarið.
– Fyllskapur umborð á flogfarinum verður ikki góðtikið, men vit ætla framhaldandi at halda fast við tilboði sum vit hava til tey ferðandi um at fáa ókeypis drykkivørur.




