Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Helst meira ferðsla í Norðoyatunlinum

Oliver Joensen

Tá vit hava ásett sama gjald fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin sum Vágatunnilin, so er tað tí at vit rokna við størri ferðslu í Norðoyatunnlinum.

Í miðal koyra um 1100 bilar ígjøgnum Vágatunnilin um dagin og herav er um 5% tung ferðsla. Fleiri fólk búgva í Norðoyggjum enn í Vágunum, so hóast flogvøllurin liggur vestanfyri Vágatunnilin, so rokna vit við at størra fólkatalið í Norðoyggjum fer at viga upp ímóti flogvøllinum, tá hugsað verður um ferðsluna. Harafturat vóna vit, at meiri av tungari ferðslu verður ígjøgnum Norðoyatunnilin, og her rokna vit við umleið 10%.
Gjaldið fyri vanligar bilar er sett til 170 krónur fyri tey, sum ikki tekna hald. Teknar tú hald so eru fleiri møguleikar: 5 túrar aftur og fram kosta 136 pr. túr, 20 túrar 102 og 40 túrar 85. Harafturat kunnu tey sum koyra serliga nógv tekna eitt árshald, sum kostar 1000,- krónur um mánaðin og tá kann ein koyra so nógv ella títt ígjøgnum Norðoyatunnilin, sum einum lystir.
Sigur Dávur R. Hansen, stjóri á Vágatunnlinum, og leggur hann afturat, framvegis verður roknað við, at Norðoyatunnilin kann lata upp fyrst í mai mánaða, hóast sáttmálin sigur 15. august 2006.

Harleyfacadeacryl