Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Michel Owen giftis við maner

John William Joensen

Fremstu fótbóltsnøvnini í evropeiskum fótbólti vóru savnaði til brúdleypið hjá Michel Owen.

Ein tann besti áleyparin nakrantíð, fyrrverandi Liverpool leikarin, Michel Owen, giftist í summar við unnastu sínari síðan tannáringa aldurin.
Tey møttust í fólkaskúlanum og hava hildi trúfast saman síðani.

Stórt brúdleyp
Hóast Michel Owen er kendur millum fólk, sum ein maður við báðum beinunum á jørðini og familjumaður, so var ikki talan um nakað lítið brúdleyp.
Hetta er kanska heldur ikki løgið tá hugsað verður um at Michel Owen er í dag ein sera múgvandi maður.
Hann yvirraskaði alla familjuna tá hann brúkti sína fyrsta lønar kjekk til at keypa eina heila gøtu við húsum, sum hann síðani gav til tey nærmastu í familjuni.
Sjálvur keypti hann sær eitt slott í Wales har hann býr saman við konu sínari og dóttur teirra. Michel og Louisa eru baði 25 ára gomul.

Sí myndir frá brúdleypinum