Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) vil harðliga átala, at embætisfólk í Innlendismálaráðnum verða løgd undir snævurskygni og rasismu.
BLF tekur stóra frástøðu frá tí, ið Jóhan Dahl, tingmaður og formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd, segði í Sosialinum í gjár. BLF tekur hetta sum eitt stórt álop á starvsfólkini í Innlendsmálaráðnum og á alla miðfyrisitingina.
Útlendingamál verða umsitin sambært lógini á økinum, og arbeiðir umsitingin so skjótt sum møguligt undir verandi umstøðum, og við landsstýrismanninum sum hægsta umsitingarliga leiðara.
Miðfyrisitingin varð eisini skerd munandi herfyri, og tók m.a. Jóhan Dahl, tingmaður og formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd, undir við hesi skerjing. At m.a. Innlendismálaráðið hevur avmarkaða arbeiðsorku, kann tí ikki koma óvæntað.
BLF vísti í tí sambandinum á, at færri búskapar- og løgfrøðingar í miðfyrisitingin fór at merkjast, og í ringasta føri fór hetta at skerja rættartrygdina, vegna skerda arbeiðsorku.
BLF vil heita á Jóhan Dahl og aðrar tingmenn um at varða seg fyri, at leggja embætisfólk, ið ikki kunnu forsvara seg alment, og ikki gera annað enn at tæna landsstýrinum, undir líkt og ólíkt.
Tórshavn, 9. desember 2005
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya




