Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendsk-føroysk orðabók

Oliver Joensen

Sunnudagin kl. 15.00 fer Dávur Jacobsen, úr Søldarfirði at leggja fram orðabókina hjá Jón Hilmar Magnussyni í Norðurlandahúsinum.

Jón Hilmar Magnussen er, hóast hann ikki hevur verið nógv í Føroyum, kendur av nógvum føroyingum og eigur hann eisini tríggjar døtrar, sum eru giftar í Klaksvík, kendast av teimum er kanska Helga Gerðalíð.
Jón Hilmar hevur arbeitt við orðabókini í nógv ár og Dávur Jacobsen hevur hjálpt honum við at fingið bókina rættlisnað og annað.
Tað er Rithøvundafelagið, sum skipar fyri framløguni í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 15.00, tá Dávur Jacobsen skal leggja nýggju orðabókina fram. Dávur sigur, at bókin er góðar 800 blaðsíður og leggur hann skemtandi afturat: "Hon vigar 1,8 kg".