Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nærabergprojektið sera væl umtókt millum ungdómin

Oliver Joensen

Atlantic Navigator heldur "ferðaætlanina" og verður í Ánunum ídag kl. 14. Manningin fer at telja 100 og útivið 150 onnur hava biðið um tjans.

Ikki kann sigast annað, enn at Nærabergprojektið hjá Røkke er vorið sera áhugavert ímillum ungar føroyingar.
Tey, sum fylgja eitt sindur við fiskivinnuni vita, at sera trupult er hjá ungdóminum at sleppa við líkinda skipi og tí er áhugin sera stórur fyri at sleppa við Atlantic Navigator, nú hann er á veg at avlóysa Næraberg.
Norðlýsið hevur frætt íkvøld, at Atlantic Navigator verður sum ætlað í Ánunum ídag sunnudagin kl. 14.00 og at nógv verður gjørt burturúr tá skipið kemur.