Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

70 tangabilar til Atlantic Navigator

John William Joensen

Hesuferð bunkraði Atlantic Navigator 900.000 litrar av olju, men tilsamans tekur skipið 1,4 millión litrar av olju

So skjótt sum Atlantic Navigator hevði lagt at bryggju fóru tangabilar frá Statoil at bunkra skipið og tað eru ikki smá tøl av olju skipið brúkar.
Tilsamans tekur Atlantic Navigator 1,4 millión litrar av olju, sum svarar til 70 tangabilar av slagnum sum Statoil brúkar.
Hesuferð bukraði Atlantic Navigator 900.000 litrar av olju og gekk tað baði skjótt og gott.


Oljubrúki
Í tonsum lastar Atlantic Navigator 1400 tons av olju og runt roknað brennur hann eini 40 tons av olju um døgnið, tvs. at full lastaður kann hann vera næstan 40 dagar til fiskiskap uttan at bunkra olju.