Til dystin í kvøld ímóti Stíf, valdi venjarin at brúka eykafólk og yngru leikararnar, sum hann mangan ger, og Stjørnan vann 29-26.
Skal ein fara eftir spælinum hjá Stjørnuni higartil í ár, so er neyvan nakað lið, sum kemur teimum til knýggja. Venjarin hjá Stjørnuni hevur nærum í hvørjum dysti brúkt yngri leikarar í seinasta enda av dystunum, tá Stjørnan hevur verið frammanfyri, og í kvøld, tá dysturin ikki hevði nakran sum helst tídning fyri kappingina, valdi hann at brúka yngru leikararnar. Og Stjørnan vann hóast tað á einum vælleikanti Stíf liði.
Allan dystin gekk nøkunlunda javnt á og fyrri hálvleikur endaði við einum 13-11 sigri til Stjørnuna. Eitt skiftið í fyrra hálvleiki var Stjørnan á odda við fimm málum, men móti endanum kom Stíf meira við, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 29-26 til Stjørnuna. Alt í alt ein undirhaldandi og áhugaverdur dystur.
Skal nakar av teim ungu kvinnunum takast fram, so má tað vera sterki og evnaríki 16 ára gamli áleyparin, Louisa Andreasen, sum gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við heili 10. málum.




