Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórbroytingar í Heygabúðini

John William Joensen

Í dag frá kl. 8.30 og frameftir degnum, bjóðar Heygabúðin øllum í handilin at síggja broytingarnar, sum eru gjørdar seinastu tíðina.

Fyrsta dagin fer Heygabúðin eisini at hava opið til kl. 10 á kvøldi.
Viðskiftafólkini hjá Heygabúðini hava verið eitt sindur órógvaði av broytingunum, sum hava verið gjørdar á handilin seinastu tíðina. Men frá mikudegnum kunnu vit tæna okkara viðskiftafólki enn betur enn frammanundan, sigur Bjarti Højbro, stjóri á Heygabúðini.
Størsta broytingin er kanska, at vit hava bygt ein tilbygning uppí suðureftir, har inngongdin var fyrr. hetta er einamest gjørt fyri at fáa betur pláss í handlinum og ikki minst er hetta gjørt fyri at illveðursættirnar ikki skulu vera so ágangandi á høvuðsinngongina.
Men samstundis fáa vit eisini eitt betur samband við ovaru hæddina á bygninginum, har goymsla og skrivstova er ídag. Vit hava ætlanir um eisini at fara at brúka nógvu fermetrarnar í ovaru hæddini meira rationelt framyvir.
Sjálvur handilin hevur eisini fingið eitt lift, við tað at vit hava málað hølini, harafturat hava vit broytt ymisk ting og vøruútboðið í handlinum er vorðið enn størri enn frammanundan. Nýggja kassaskipan hevur Heygabúðin eisini fingið, soleiðis at vit skjótari og tryggari kunnu avgreiða viðskiftafólk.

Egna framleiðslu
Heygabúðin hevur eisini egið marvøruframleiðsluhøli, har víðakendu frikadellurnar og knettini hjá Heygabúðini verða framleidd, men umframt tað verður eisini framleidd kjøtpylsa rullupylsa og annað sum eisini fæst í Heygabúðini.

Øll vælkomin
Bjarti Højbro, stjóri sigur at enda, at mikumorgunin eru øll hjartaliga vælkomin inn á gólvið, og Heygabúðin fer tá at bjóða øllum kaffi við onkrum góðum afturvið, og sjálvandi fer handilin at hava góð tilboð til tey, sum vitjað inn á gólvið. Vit gleða okkum at kunna brúka høvuðsdyrnar aftur og at vísa okkara viðskiftafólkum hvat vit hava fingið burturúr at gjørt broytingar í handlinum.