Vit hava nú l. 22.40 verið inni á Vikmar Shiptracker og hugt hvar stóru skipini eru júst nú.
Atlantic Navigator roynir júst nú einar 30 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni, ímeðan Krúnborg er nakað innari, einar 25 fjórðingar úr Fugloynni. Vesturland er einar 30 fjórðingar í ein utsynning úr Mikinesi og Tróndur í gøtu einar 20 fjórðingar suður úr Munkinum. Á kortinum síggja vit eisini Euro Trans einar 20 fjórðingar úr Mýlingi og Hein einar 30 fjórðingar vestur úr Munkinum.




