Vit vitjaðu úti í Klaksvík við myndatólinum, tá nýggi bygningurin hjá Netto bleiv reistur ímorgun.
Álvur Klakk, stjóri sigur, at nýggi bygningurin er 15×35 metrar ella útivið 600 fermetrar til støddar. Gongst sum ætlað, so rokna vit við at kunna lata nýggja bygningin upp 1. mars í komandi ári. Uppá fyrispurning okkara hvat verður av gamla bygninginum, sigur Álvur Klakk, at bygningarnir báðir vera ikki samanbygdir, men at gamli bygningurin eisini skal brúkast til handilsbygning.




