Borgarstjórin sigur at í ár vera eini 40 grundstykkir klár til privata bygging
Á fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar Kommunu fyri 2006 eru avsettar tvær milliónir krónur til útstykking av grundstykkjum til sethús.
– Undir Græshjalla, við Rættargøtu, og úti á Norðoyri er tað sum fyrst liggur fyri men vit hava eisini ætlanir um aðrar útstykkingar, sigur borgarstjórin
– Harafturat eru avsettar tvær millónir til ídnaðarøkið úti á Skarðhamri.
– Í løtuni eru 130 á bíðilistanum, men vit hava sent teimum spurnarblaðum hvar og nær tey ætlað at byggja. Tað vísir seg at fleiri av umsøkjarunum ikki ætla at byggja fyrr enn um eitt ella tvey ár. Tá tey 40 grundstykkini eru klár fer bíðilistin uttan iva at minka munandi men vit koma tó neyvan á mál í ár við at fáa bíðilistan heilt burtur.




