Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um at vera klárt Klaksvíksmegin

John William Joensen

Alt ímeðan kjakst verður um hvussu ferðslan skal ganga í Lorvík, so er P/F Norðoyatunnilin um at vera liðugur við sín part av vegnum Klaksvíksmegin.

Tað eru J&K Petersen, ið hava havt endaliga arbeiði um hendir viðvíkjandi vegnum frá Norðoyatunnlinum og eystur til fyrstu rundkoyringina eystanfyri Timburhandilin og hetta arbeiði hava teir gjørt skjótt og væl rundan um jólini.
Asfalterað er úr Flesjavegnum og til tunnilin ella sagt á annan hátt, so er nú asfalt lagt á líka frá og við rundkoyringini í Klaksvík, til Lorvíkar.
Tann almenni parturin er nú eftir, tað er vegastrekkið Klaksvíksmegin úr rundkoyringini yvir í Oyravegin og í Lorvík ígjøgnum Lorvíksbygd, men hetta verður kjakast um enn.