Tann ortodoksa russiska kirkjan hevur vakt ans tí hon nú hevur sliti alt samband við "Svenska Kyrkan".
Hetta hendir eftir at luterska kirkjan í Svørríki heyst avgjørdi at innføra kirkjuliga signing av samkyndum parløgum.
Í eini niðurstøðu hjá russisku kirjuni stendur m.a.: "Tað er við sorg og harmi at vit kunnu staðfesta at tann lutherska kirkjan í Svørríki ikki einans hevur latið vera við at ávara ímóti samkyndum parløgum , men eisini hevur avgjørt at gera eitt alment ritual sum signar slík parløg."
Út frá hesum sigur metropliturin Kirill, sum hevur ábyrgd av samskiftinum hjá russisku kirkjuni við aðrar kirkjur, sambart tíðindastovuni ENI, at kirkjan er samd um at kvetta alt samband við svensku kirkjuna.




