Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strævi vikuskifti hjá Stjørnukvinnunum

Oliver Joensen

Hálvfinala í steypakappingini og landsdystur ímillum VB og Stjørnuna nú um vikuskiftið. Tveir dystir dag um dag, annar í Vági og hin í Klaksvík.


Í dag gongur leiðin hjá Stjørnukvinnunum til Vágs,
har tær í morgin skulu leika fyrru hálvfinaluna í
steypakappingini móti VB. Longu sunnudagin
hittast liðini aftur til landskappingardyst í KÍ-høllini.
Sum skilst, so eru tað onkur av viðhaldsfólkunum hjá Stjørnuni
sum ætla sær við til Vágs, og frá Stjørnuni frættir Norðlýsið,
at um tað er onkur hevur hug at koma við, so eru tey meira enn
vælkomin. Tað er gott pláss í bussinum, so tað er bara at
seta seg í samband við Ingva.
Dysturin sunnudagin verður í KÍ-høllini kl. 15:00, og er at vóna
viðhaldsfólkini møta mannsterk fyri at stuðla heimaliðnum. Roknast kann við einum jøvnum og spennandi dysti.