Ímorgin kl. 07.00 skal Skálaberg vera í Båtsfjørðinum, so kanska fer at bera til at fylgja honum á webcam her á síðuni tá hann fer út aftur.
Í morgin kl. 07.00 skal Skálaberg vera í Båtsfjørðinum. Orsøkin er, at teir skulu bunkra olju áðrenn teir nú fara í norskan sjógv, eftir at fiskivinnuavtalan við Noreg er komin í rættlag. Ikki er nógv ljóst har um leiðir hesa tíðina á árinum, men tey sum hava hug at fylgja teimum á webcam her á síðuni, hava helst møguleikan ímorgin í hvussu so er at fáa nakrar myndir úr Båtsfjørðinum at síggja og kanska eisini tá teir fara at sigla út aftur.




