Tá tað gongur framá hjá fyritøkum sum Toyota, Honda og Suzuki, kann tað geva viðskiftafólki hjá Føroya Banka stóran vinning.
Bankin bjóðar nú eitt nýtt lánsbræv, ið fylgir gongdini á virðisbrævamarknaðinum í Tokyo og samstundisgevurtrygd ímóti at missa ílagda peningin
Lánsbrævið er knýtt at japanska TOPIX-vístalinum. Hækkar vísitalið javnt í 5 ára gildistíðini, kastar lánsbrævið upp í 30 prosent í rentu av sær árliga. Tilsamans kann íløgan geva 150 prosent í rentu. Lánsbrævið gevur í minsta lagi 1 prosent í rentu um árið. Vinningur er sostatt tryggjaður við íløguni.
TOPIX-vísitalið er eitt partabrævavísital, ið er sett saman av fleiri enn 1.600 fyritøkum á virðisbrævamarknaðinum í Tokyo. Fyritøkurnar eru í 33 vinnugreinum, og vísitalið umboðar tí væl gongdina í japnaska búskapinum
Millum tær mongu kendu fyritøkurnar, ið eru skrásettar á japanska virðisbrævamarknaðinum, eru Toyota, Sony, Mitsubishi, Honda, Kawasaki, Suzuki, Nissan, Yamaha, Toshiba og Fuji.
Føroya Banki bjóðar hesa nýggju tænastu í samstarvi við stóra norðurlendska bankan Nordea.
Í sambandi við, at Føroya Banki bjóðar viðskiftafólkum sínum nýggja lánsbrævið, verða útvaldar deildir hjá bankanum komandi vikurnar skrýddar í besta japanska stíli. Bankin skipar eisini fyri serligum kunningarátaki fyri innbodnum kundum fríggjakvøldið 20. januar og lokalum tiltøkum runt landið.
Áhugaðir íleggjarar kunnu venda sær til Føroya Banka Meira kunning er eisini at finna á heimasíðuni www.foroyabanki.fo.




