Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stórt ferðamannaskip vitjar í summar

John William Joensen

Nú havnin í Ánunum er tikin í brúk frættist frá menningardeildini hjá býráðinum, at Klaksvíkin fær áhugaverda vitjan 31. mai í ár.

Tað verður týska ferðamannaskipið MS ‘Mona Lisa’, sum fer at leggja at bryggjuni í Ánunum  mikudagin 31. mai kl. 14:00. Skipið fer avstað aftur sama kvøldið kl. 19:00.
Tað er sjálvandi nýggja havnin, sum ger hesa vitjanina møguliga, tí skipið er heilar 201 metrar langt, knapp 30.000 BRT stórt, 26,5 metrar breitt og stingur 8,5 metrar.
Vitjanin er ein liður í at bjóða Klaksvíkar Havn fram sum havn til ferðavinnu, og yvirhøvur Norðoyggjar, sum áhugavert øki til ferðavinnu.
Tað var á Fish Fair í fjør, tá menningarstjórin samráddist við umboð innan ferðavinnuna, at tankin um at lata ferðamannaskip nýta fleiri enn eina havn í Føroyum vann frama. Hugskotið við hesum er at geva ferðafólkunum eina betri og ‘breiðari’ uppliving av Føroyum. Tað kann gerast við at víðka um Føroyar sum ferðavinnu land til eisini at umfata áhugaverd øki í útjaðaranum.
Í tráð við hetta fer MS ‘Mona Lisa’ á hesum sinni at sigla á Havnina og Klaksvíkina.