"Kært barn har mange navne" men nú verður mælt til á heimasíðuni hjá býráðnum ikki at siga Klaksvíkin, Klaksvíkina, Klaksvíkini ella hvat annað vit hava funnið upp á at sagt.
Á heimasíðuni hjá Kommununi (www.klaksvik.fo) var hetta at lesa í morgun:
Býur okkara eitur "KLAKSVÍK " ikki KLAKSVÍKIN !!
Tað var sjálvandi ikki gjørt av illvilja, men fyri nøkrum árum síðan byrjaði onkur at nevna KLAKSVÍK í bundnum formi: "KLAKSVÍKIN", og nú er líkt til, at hesin óvani vindur upp á seg, so at skeiva navnið KLAKSVÍKIN í dag næstan er oftari at hoyra og lesa enn tað rætta, sum er KLAKSVÍK.
Tey flestu av okkum munnu kenna onkran, sum eitur ÓLÍ. Hetta navnið er eins og Klaksvík í óbundnum formi. Um eg nú segði tær, at eg møtti ÓLANUM á vegnum í gjár, hevði tú helst rættað meg og sagt, at tað rætta er sjálvandi at siga, at eg møtti ÓLA.
Í sambandi við navnið KLAKSVÍK er tað líka galið at skriva ella siga, at Atlantic Navigator kom á KLAKSVÍKINA. Hinvegin er tað rætt at siga,at hetta stásiliga skipið í vikuni kom á KLAKSVÍK.
Vit kunnu kanska taka eitt annað dømi. Jógvan Telling syngur í einum av sínum sangum: Eg fór mær til HÓSVÍKAR…. Hann sigur ikki: Eg fór mær til HÓSVÍKINA…, tí navnið HÓSVÍK er óbundið, júst sum KLAKSVÍK.
Ein annar kendur føroyskur sangur sigur, at Per fór til HAVNAR…. Per fór nevniliga ikki til HAVNINA, og orsøkin er hin sama, at eisini navnið TÓRSHAVN er óbundið. Tann bundni formurin er TÓRSHAVNIN, men tað vita allir føroyingar, at soleiðis eitur okkara høvuðsstaður ikki hann eitur TÓRSHAVN.
Vit kundu hildið á, men latið okkum á hesum sinni steðga her við at staðfesta, at heimstaður okkara hevur eitt navn, sum er óbundið: (ein) KLAKSVÍK og ikki bundið: (hin) KLAKSVÍKIN.
KLAKSVÍK bendist tí soleiðis:
Hvørfall: Hvør er hesin býur? Hetta er KLAKSVÍK (ikki Klaksvíkin)
Hvønnfall: Hvønn bý sást tú? Eg sá KLAKSVÍK (ikki Klaksvíkina)
Hvørjumfall: Hvørjum býi ert tú úr? Eg eri úr KLAKSVÍK (ikki Klaksvíkini)
Hvørsfall. Hvørs býur er hetta? Hetta er KLAKSVÍKAR býur (ikki Klaksvíkarinnar býur)
Tí eitur tað KLAKSVÍKAR KOMMUNA ikki Klaksvíkarinnar Kommuna og tí eitur tað eisini reinur og fríður KLAKSVÍKAR býur.
Føroyska mállæran er sjálvandi ikki eitt kommunalt málsøki, men av tí at hetta viðkemur navni Klaksvíkar, loyva vit okkum her á heimasíðu Klaksvíkar Kommunu at bera fram hesar tankar.
Eiga vit ikki í felag fjølmiðlar, politikarar og fólk annars at rætta hendan skeivleikan, meðan tað (vónandi) enn vendist aftur?
Kelda: www.klaksvik.fo
Viðmerking til greinina: JWJ – annars als ikki málkønur!




