Um 9 tíðina í kvøld, varð eitt ferðsluóhapp í Árnfjarðartunnlinum og tunnilin hevur verið stongdur í útivið ein tíma.
Vit hava ikki fingið váttað av politistøðini hvat hent er, men keldur siga, at ein bilur lá á takinum inni í tunnilinum til Árnafjarðar og neyðugt var at senda boð eftir kránabili at taka bilin uppaftur.
Í hesum sambandi stóðu eini 20 bilar Árnafjarðarmegin og bíðaðu eftir at sleppa ígjøgnum, sagt verður at bilarnir stóðu í umleið ein tíma.
Sagt verður at førarin fekk bert smávegis snuddir.




