Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskt grót ikki nóg gott til føroyingar

John William Joensen

Arbeiðið við rundkoyringini eystanfyri Timburhandilin við Borðoyarvík er steðga upp. Orsøkin er at Landsverk góðkennir ikki føroyskt grót í yvirkoyringarøkjunum við rundkoyringina.

Dávur Reinert Hansen, frá Norðoyatunnlinum váttar, at P/F Norðoyatunnilin fyribils hevur steðgað arbeiðinum við yvirkoyringarøkjunum í rundkoyringini.
Vit hava fingið at vita frá Landsverk, at teir góðtaka ikki føroyska grótið, sum er stoypt niður í yvirkoyringarøkini. Kraft verður at chaussé steinar verða nýttir ístaðin.
Dávur R. Hansen hevði onga viðmerking til okkara um hvør orsøkin er til hetta krávið frá Landsverki. Hann váttar tó, at føroyskt grót er brúkt við rundkoyringarnar við Vágatunnilin, á Skipanesi og í Kollafirði. Aðrastaðni frá fingu vit at vita, at rundkoyringin í Kollafirði varð gjørd í 1992 og at hon hevur rigga væl higartil.
Dávur R. Hansen sigur, at Norðoyatunnilin fyribils hevur steðga arbeiðinum og kannar hvussu skal farast fram og hvat tað fer at kosta at taka alt uppaftur og stoypa av nýggjum við kravdu chaussé steinunum.
Sum sæst á myndunum, so er rundkoyringin í samband við Norðoyatunnilin um at vera liðug og tá stórir møguleikar eru fyri kava hesa tíðina á árinum og frameftir, verður tað helst ein spurningur um rundkoyringin í heila tikið kann verða liðug tá Norðoyatunnilin skal lata upp fyrst í mai, um alt betongarbeiðið skal takast uppaftur og stoypast skal av nýggjum.
Tað bar okkum ikki til at fáa fatur á landsverkfrøðinginum mikukvøldið.