Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um torvskurð í Barmi

John William Joensen

Jógvan Gerðalíð hevur fest mangt og hvat á blað. Mikudagin stakk hann inn á gólvið á Norðlýsinum við hesum brotinum úr handriti sínum:

Undir seinna heimsbardaga var so nakað av torvi aftur skorið. Illa gekst at fáa kol undir krígnum. Tað vóru fleiri, ið skóru á dølunum, og vit skóru eitt árið eysturi í Barmi. Pápi og emil Mikkelsen úr Gøtu, giftur við Davidu av Oyri, fingu tað í lag.
Eg minnist ikki um nakar annar enn pápi og er úr okkara húsi vóru og skóru. Beiggjarnir vóru allir til skips. Og so var tað Emil eisini. Tá vit vóru á ásaroyting henda dagin, vóru nøkur av okkum eftir, sum vóru á fjalli, sum fóru at seta upp ella miskifta. Solborg systur og Astrid vóru við á fjalli henda dagin og vóru tær eisini við í torvi handa dagin.
Her er ein ørgrynna av mógvi og hartil góður. Har er so at siga eingin avgrevstur, og bæði at tví og trískerða var eingin trupulleiki.
Tað bleiv bert skorið hetta eina árið. Torvið var ført við Polaris. Vit skóru uppi á Hamri og høvdu so rennistrong oman á bakkan fyrst. Luturin var ógvuliga stórur har hann stóð og dagaði á hamrinum. Nakað áðrenn vit fóru at føra, varð farið eystur at fylla í sekkir, og so koyrt við rennistreingi oman á bakkan.
Ein góðan dag var so farið við Polaris at koyra umborð. Sami strongur varð so spentur av bakkanum og í lossibummin, báturin var uppvarpaður nakað langt frá landi. Hugo pápabeiggi og eg vóru umborð, meðan pápi, Emil og onkur annar var á bakkanum. Tað gekk toluliga eina løtu, men nakað av gjálvi var í sjónum, og einaferð ein sekkur var umleið mitt millum bátin og bakkan, fekk hann eitt kast á annað borið, og sekkurin fór himmal høgt , og strongurin brast.
So var ikki meira av hesum henda dagin. Hetta mundi vera síðst í august. Minnist at hetta var sama dag, ella dagin eftir at allir politistarnir í Keypmannahavn vóru tiknir til fanga, og koyrdir í fangalegur í Týsklandi. Var tað 29. avgust 1943?
Heystið gekk, men ikki viðraði at fara avstað aftur fyrr enn fyrst í desembur.
Hann hevði ligið út av landi eina tíð og tað bleiv deyðakyrt.
Tað var ótrúligt sum alt lagaði seg væl. Hvør var á bátinum henda dagin minnist eg ikki, men eg var so á bakkanum henda dagin. Báturin var undir lúkuna og væl á dekkinum.