Tað gongur væl á tí vit kunnu kalla "pionertúrinum" hjá Atlantic Navigator. Ídag høvdu teir 800 tons av surimi og 150 tons av mjøli inni.
Eini 20-25 skip royna á leiðini eystanfyri Irland á einum lítlum øki, har Atlantic Navigator eisini er, hóast veðrið ídag hevur verið eitt sindur sjaskut, so batnaði tá tað myrknaði íkvøld. Fiskiskapurin ídag hevur verið heldur lakari enn hinar dagarnar.
Tað eru júst 14 dagar síðani Atlantic Navigator fór av Klaksvík, so valla hava teir roynd stórt meira enn einar 10 dagar.




