……so hendi tað, sum ikki mátti henda.
Uttan at nøkur heildarætlan er gjørd fyri skúlasamstarvinum og skúlaskipanini í Norðuroyggjum, hevur størsta kommunan í økinum samtykt, at vit gera soleiðis, sum vit gera, uttan at hoyra allar partar í málinum og uttan at lurta eftir stórari fjøld av lærarum her og aðrastaðni við. Útvarpið hevði sum stórtíðindi úr Klaksvík í síðstu viku, at teir kommunalu skúlarnir í Klaksvík skuldu viðlíkahaldast, umbyggjast og nútímansgerast fyri 80 milliónir krónur yvir ein tíðarhorisont upp á í mesta lagi 8 ár, og at farið verður í gongd við arbeiðinum nú í summar. Ikki eiti á…..
Rákið í samfelagnum er: samanlegging og rationalisering fyri at fáa mest møguligt fyri skattakrónurnar. Hvussu vit enn venda og snara skúlabygging her og aðrastaðni við, so eru tær størru eindirnar bíligari og effektivari at reka enn tær smáu. Soleiðis sum skúlaskapurin í landinum er skipaður í dag, við vællærugreinum í 8.-, 9.- og 10. flokki, er nógv at vinna við at hava stórar eindir. Jú størri eindirnar eru, jú størri møguleiki er fyri, at allir næmingarnir fáa júst ta lærugrein, teir hava valt sær. Í teimum smærru eindunum fáa næmingarnir alt ofta at vita, at teir mugu velja umaftur, tí ov fáir valdu hesa ella hasa lærugrein, at ein bólkur kann gerast í henni. Skipanin í dag er í veruleikanum meira ein skipan við frávali heldur enn tilvali. Her eru veruliga møguleikar, og lat okkum heldur síggja møguleikarnar sun einastandandi møguleikar heldur enn trupulleikar.
Eitt er so púra vist. Tað fara at vera krøv sett til framtíðar skúlan og skúlabygningar, krøv vit ikki kunnu uppfylla í dag, tí vit allastaðni renna okkum í trongar, gamlar tambaðar karmar, sum bara eru til forargilsi og forðan fyri at fáa skúlan at fungera, soleiðis sum nútíðar samfelagið fungerar. Vit kenna øll og hava hoyrt um visión 2015. Tá umvælingarnar og smávegis umbyggingar eru gjørdar, er 2015 á trappuni….og vit standa enn við gomlum, ótíðarhóskandi karmum, sum øll bert argast inná…ikki minst brúkarin, foreldrini. Burtur úr rúgvuni av krøvum til framtíðar skúlan kunnu nevnast:
· skúlin skal vera eitt gott
arbeiðspláss bæði fyri
næmingar og lærarar og
øll onnur við, sum hava
sína dagligu gongd har
· skúlin skal fyrst og
fremst vera skúli við
góðum, stórum og ljós-
um floksstovum
· inni í skúlabygning-
inum skal vera eitt gott
innilokað felagsøkið
· góða skúlahøll til morg-
unsang og aðrar aktivi-
tetir í skúlasamanhangi
· auditorium, har møgu-
leiki er at hava fleiri
flokkar í sama árgangi
saman til felags undir-
vísing
· góð og rúmlig fakhølir
við tilhoyrandi goymsl-
uhølum
· skúlabókasavn
· námsfrøðiligan verkstað
· góð og innbjóðandi matarhøll
· gott og stórt fundarhøli
til lærarafundir og aðrar fundir
· góðan skúlagarð við
aktivitetsmøguleikum
fyri bæði stór og smá
· kunningartøkni
· nýggir arbeiðshættir
Norðoyggjar er ein so væl definerað landafrøðilig eind, og ótrúliga nógvir møguleikar liggja í hesum, bara viljin til samstarv er til staðar. Tað er meira neyðugt nú enn nakrantíð áður at hugsa øðrvísi, at hugsa kreativt, at hugsa um møguleikar heldur enn forðingar og at geva økinum her nýggjan íblástur og at skapa vakstrarmøguleikar….skúlar koma ikki av sær sjálvum. Málið eigur at verða, at vit skulu vera í forkanti av menningini og framburðinum.
Í dag er veruliga neyðugt at hugsa stórt og at hugsa øðrvísi og ikki minst nýtt….nýtt vín í nýggjar leðurfløskur, sum skrivað stendur. Vanahugsanir føra til undirgang. Verðin sær ikki soleiðis út í dag, sum hon gjørdi fyri sjeyti árum síðani, heldur ikki Norðoyggjar síggja út, sum tær gjørdu fyri 70 árum síðani…. og eitt er eisini vist, um sjeyti ár sær Norðoyaøkið ikki út, sum tað ger í dag. Tað verða tey, sum taka tær stóru avgerðirnar í dag, sum mynda livilíkindini hjá komandi ættarliði. Tað, onga gjøgnumbrótandi avgerð at taka, er eisini at taka eina avgerð. Tíðir broytast, samfelagið broytist, og vit broytast við. Tað nyttar ikki at seta føtur íspenn móti menning ella framburði. Tað at standa stillur og bara at tøva í tí sama í dag, merkir í veruleikanum at bakka ella ikki at fylgja við í stóru samfelagsbroytingunum…hvør vil verða eftirbátur. Í 2006 at tosa um at umvæla umvælingar, gjørdar fyri 10 árum síðani, merkir í skúlahøpi ikki bara at standa stillur, men í veruleikanum at bakka aftur til ta tíðina, tá verandi skúlar vóru bygdir…. Latum okkum hugsa øðrvísi, latum okkum hugsa stórt, latum okkum hugsa nýtt. Klaksvíkingar hava veruliga uppiborið at fáa ein nýggjan skúla við stórari framhaldsdeild fyri allar Norðuroyggjar. Tað fer at hava framburð við sær.
Ólavur Sjúrðarberg
olavur.sjurdarberg@
skulin.fo




