Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BÀTAFESTIVALURIN 2006

John William Joensen

Annað árið á rað skipar Bátafelagið á Toftum fyri Bátafestivalinum 2006.


Bátafelagið á Toftum skipar aftur í ár fyri BÀTAFESTIVALINUM 2006
Ì ár verður tiltakið hin 6 maj á havnalagnum á Toftum og øll tiltøkini vit kenna frá seinasta ár verða fyriskipa eins og fleiri og fjølbroyttari tiltøk vera á skránni
hesin Bátafestivalur er hin fyrsti í árinum,og besti streymur, har bátafólk hava møguleika, at koma saman í einum maritimun umhvørvið, har fokus er sett á alla
familjuna, har møguleikin er, at taka børn síni við, vit kenna frá seinasta árið, har møguleikin var at børnini kundu hugna sær í teltinum
og tey vaksnu kundu halda sær at gaman í høllini hjá FMF, við góðum dansitónleiki frá Countryorkestrinum,iðspældi ein hin mest fjølbroytta
tónleik tilkomin fólk kunna ynskja sær.
Eins og matstovan var opin har fólk kundu fáa sær ein bita.
Uppboðsøla av málningum
Skemtitekning av lokalum andlitum var á Meksikanskari uppboðsølu
Ì  ár verður eisini fleiri tiltøk á skránni, alt hettar koma vit aftur til tá  Bátafestivalurin verður og fara at lýsa við okkara skrá.
og vónandi er Norðoyatunnilin opnaður so eisini norðoyngar kunna fara av oyggj til, hettar tiltak.

Onnur tiltøk:
Skuldu áhugi veri hjá lokalum felugum í kommununi, at veri við kunna hesi venda sær til Bátafelagið via email : ella ringja til 22 38 11 og fáa treytir fyri at lutaka.
Ein týðandi partur av bátafestivalinum verður sølustevnan, sum  setir sjóneykuna á bústaðin, lívsstílin og frítíðina hjá virkna og modernaða føroyinginum. Tilmeldingin til sølustevnuna í fjør var so stór, at vit ikki høvdu pláss fyri øllum. Í ár hava vit fingið størri rásarúm og kunnu hava fleiri básar.

Vit vilja við hesum bjóða tykkara fyritøku at luttaka á sølustevnuni, sum verður hildin á havnalagnum á Toftum leygardagin tann 6. mai.
Saman við einari undirhaldandi skrá, sum dregur eina breiða fjøld av vitjandi til bátafestivalin, ynskja vit at bjóða teimum eina breiða, fjølbroytta og spennandi sølustevnu, sum fevnir um:
 
” Tænastur ella vørur, sum knýta seg at til bústaðin, t.d. meklarar, fíggingarstovnar, tryggingarfeløg, útbjóðarar av lyklaklárum húsum, handverksfyritøkur, timburhandlar, VVS-handlar, málingahandlar v.m.
” Vørur og tænastur, sum skapa umhvørvið í bústaðnum og kring hann: T.d. møblasølur,
húsgagnasølur, hvítvøruhandlar, lampuhandlar, køkshandlar, gardinhandlar,
teppihandlar, gartnarar v.m.
” Vørur og tænastur, sum hava við frítið og lívsstíl at gera, t.d. bátaútgerð, sjóklæðir, fiskiútbúnaður, bilsølur, ítróttahandlar, klædnahandlar, hárstovur, samskiftisfyritøkur, sjónvarps- og stereohandlar, teldusølur v.m.
·   Húsvognar, viðfestisvognar, motorsyklur
 
Um fyritøka tygara er áhugað at luttaka, biða vit tygum senda okkum eina fyribils tilmelding antin via t-post: hwh@post .olivant.fo ella á tlf. 223811.
 
Vit fara eisini at heita á fyritøkur um at stuðla Bátafestivalinum,fíggjarliga, ein og allar fyritøkur eru vælkomnar, at stilla út á sølustevnuni.
 

Bátafelagið vónar at fyritøkur aftur í ár, eins og seinasta ár taka væl undur við Bátafestivalinum.
 
 
Vinarligast  
 

Undir nesinum
FO-650 Toftir
Tlf. 22 38 11

Harleyfacadeacryl