Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lánsbrævið útselt  100 mió. kr. náddar

John William Joensen

Lánsbrævið, sum fylgir gongdini á japanska virðisbrævamarknaðinum, er útselt. Íløgur kundu gerast fyri 100 milliónir krónur, og kl. 13.30 í dag var hetta mál rokkið

Føroya Banki boðaði tíðliga í morgun frá, at stórur áhugi hevur verið fyri at gera íløgur í trygga lánsbrævið, sum kundar fyrstu ferð kundu gera íløgur í 25. januar.
 
Kl. 8.00 í morgun vóru íløgur gjørdar fyri tilsamans 78 milliónir krónur, og beint eftir døgurða var málið á 100 milliónir krónur rokkið.
 
Hetta hevur gingið serstakliga væl, og viðskiftafólk okkara hava tikið sera væl ímóti lánsbrævinum. Síðsta freist at gera íløgur í lánsbrævið var fríggjadagin. Men alt er altso útselt nú, sigur Jan Jakobsen, leiðari á fíggjardeildini hjá Føroya Banka.
 
Føroya Banki bjóðar fleiri aðrar íløgumøguleikar, eitt nú í íløguprógv, lánsbrøv og partabrøv. Nærri fæst at vita um hesar møguleikar í deildum bankans kring landið.

Harleywoodpaint