Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar skúlaverk  framtíðarbygnaður

John William Joensen

Sendingin Heimabeitið, nú um dagarnar, ið viðgjørdi skúlaverki í Klaksvík var sera áhugaverd. Millum annað var spurningurin um einafelags framhaldsdeild fyri allar Norðoyggjar settur fram.

Fyri at fáa misskiljingar av vegnum beinanvegin, so eri eg samd í at báðir skúlarnir í Klaksvík skulu fáa sínar karmar í lagi sum skjótast og tí má Klaksvíkar kommuna  avseta minst 10 mió um árið komandi 8 árini, sum tað eisini liggur í kortinum at gera.
Í visión 2015 er sett upp sum eitt mál, at øll ung fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving. Skal hetta mál náast, setur tað eisini krøv til okkum,  at vit tora at fara upp í tyrluna og hyggja omanífrá niður á okkara skúlar og spyrja okkum sjálvi, hvussu skipa vit okkum best fyri at okkara børn fáa so góðan førleika sum møguligt, í einum støðugt meira altjóðagjørdum heimi.
 Framhaldsdeildin má taka atlit til, at hon skal útbúgva børnini til miðnámsskúlan og  brúgvagerð í 1o  flokki millum fólkaskúlan og miðnám, eigur eisini at verða tikin upp. Tað er neyðugt, at vit tryggja at yvirgongdin millum fólkaskúla og miðnám er so lagalig sum gjørligt, fyri næmingin.
Tað er ikki so, við verðandi frymli ið býtir tímar út til valfak, at størri skúlin er so fáa øll síni ynski uppfylt. Í dag er eitt ávíst tímatal lagt út, sum ger eitt ávíst tal av vallærugreinum møguligt. Tó mugu vit eisini síggja í eyguni at størri skúlin er, størri er møguleikin fyri at fleiri næmingar fáa síni ynski uppfylt. Hartil kemur at tað er gott at næmingarnir fáa sína venjing í at vera í skúlum við størri eindum í framhaldsdeildini, tí tað verður tann veruleikið teir í enn størri mun, enn í dag, fara at møta í teimum komandi miðnámsskúladeplunum, ið uttan iva eru á veg. Eins stóran týdning hevur tað at barnaskúlin ikki er ov stórur.
Lærarnir hava ført fram at teir fáa færri fakligar avbjóðingar um bert ein framhaldsdeild er, men eru allir lærarnir settir í starv við Klaksvíkar skúlaverk, so skuldi tað ikki verið nakar trupuleiki. Eisini eru tað lærarar,  ið bert ynskja at undirvísa í smærru flokkunum, tann møguleikin er eisini tilstaðar tá ið skúlaverki er eitt. Tí vildi eg mælt til at hesin spurningur um felags framheildsdeild verður viðgjørdur saman við øllum ið hava við skúlan at gera og at ein støða verður tikin til spurningin.
At allar Norðoyggjar hava eina framhaldsdeild ljóðar sera gott í mínum oyrum, men vit í Klaksvík mugu læra okkum at finna loysnir saman við hinum kommununum í Norðoyggjum og ikki,  við at koma við meir ella minni kravboðum. Tí  skal ein størri dialogur millum okkum og hinar kommununnar til, enn vit síggja í dag,  innan hetta kann gerast veruleiki.

Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.
http//heima.olivant.fo/~eydgunn