Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bardagi umborð á Froyu

John William Joensen

Um hálvgunn fimmtíðina í morgun meðan línubáturin Froya var staddur norðanfyri var handfast millum tveir av manningini

Um tíggjutíðina í morgun var løgreglan á bryggjuni og tók ímóti línubátinum Froya (fyrrverandi Jógvan S).
Av politistøðini í Klaksvík verður sagt at maðurin hevði sligið ein av manningini í høvdið við einum stokkið til egningarmaskinuna.
Endin var at manningin hevði yvirmannað viðkomndi og samstundis var kós sett á Klaksvík.
Maðurin var síðani handaður løgregluni og í løtuni er maðurin so til avhoyringar á politistøðini.

Endaði á sjúkrahúsinum
Maðurin sum varð sligin í høvdið liggur á sjúkrahúsinum til observatión men tað Norðlýsið frættir hevur hann ikki fingið álvarsligan skaða.

Harleyfacadeacryl