Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin vil á øllum økjum reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði

John William Joensen

Seinastu tíðani hevur verið stór øsing í samband
við tvey mál sum Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt seg til talsflokk fyri. Hesi eru; – skrásett parlag og uppskotið til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga
orientering").

Tað kristiliga grundstøði
Tað er ikki av ongum at í londunum rundan um okkum, eins og her á lándi, síggja kristiligar flokkar vera settar á stovn. Teir stóru politisku flokkarnir og politikarar í heila tikið, hava síðan fyrst í 60-unum kappast um at hálsfevan humanistisku líváskoðanina, og harvið hevur lógávan í evropa flutt seg longur og longur burtur frá tí, sum sum er sambæruligt við eitt kristiligt grundstøði.
Vit kunnu eisini staðfesta at hetta als ikki hevur havt undirtøku millum fólk tí síðani miðskeiðis í 80-unum eru kristiligir flokkar settir á stovn, sum savna hópin av fólki í kenna seg sviknan av stóru flokkunum.
Men stevnuskrá sambandsflokksins, har tað í grein eitt stendur, at Sambandsflokkurin vil á øllum økjum reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði, bindur flokkin at arbeiða út frá einum kristnum mentunarástøði.
Sambandstingmaðurin, Alfred Olsen,  sigur tað so væl í eini grein á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum tann 30. august 2005:
"Nógvar royndir eru gjørdar tey seinnu árini, fyri at fáa tað føroyska samfelagið at viðurkenna hjúnalag millum tvey av sama kyni á jøvnum føti við hjúnalagið millum mann og konu, soleiðis sum vit kenna tað í teirri kristnu mentanini. Men vit sleppa ikki uttanum, at ein viðurkenning av samkyndum hjúnalagi merkir tað sama sum ein vanvirðing av tí kristnu mentanini, sum bert loyvir hjúnalagi millum mann og konu. Ein viðurkenning av hesi nýggju mentanini vil tí altíð merkja, at tann kristna mentanin verður vrakað.
Tað ber ikki til at sameina tvær so mótstríðandi mentanir ella lívsáskoðanir, tí við at viðurkenna aðra, vrakar tú hina. Tí mugu vit sum samfelag og tjóð taka støðu til, hvørja mentan vit vilja hava og hvørja vit ikki vilja hava, tí vit kunnu ikki halta til báðar síðir.
Sum løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vil eg vera við til at verja um og framhaldandi virka fyri, at Føroyar vera ein kristin tjóð og at tann kristna mentanin og lívsáskoðanin, sum vit fingu handaða frá forfedrum okkara, verður hornasteinurin í tí føroyska samfelagnum, tí eg ivist ikki í, at vit á hesum grundvølli aftur og aftur vilja uppliva Guds signing, bæði yvir land og fólk."

Hvat lærir skriftin okkum
Vit eiga at leggja til merkis, at ongastaðni í Bíbliuni verður ein maður ella ein kvinna dømd fyri at hava samkyndar kenslur, men tað er gerðin sum verður dømd.
Tað er ikki syndin sum gerð okkum menniskju til syndarar, men vit eru syndarar tí okkara náttúra er syndug, sum skrivað stendur: "Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein." Og hetta er orsøkin til alla neyð og elendigheit í heiminum.
Tað er tí ikki uttan grund, at Bíblian hevur givið okkum boðini. Eg kann nevna nøkur her.

Fimta boð:
Tú mást ikki sláa í hel.
Hvussu nógv menniskju, bæði fødd og ófødd, verða ikki tikin av  lívið hvønn einasta dag, og hugsa um alla tað sorg og neyð hetta førir við sær fyri tey sum eftir sita.

Sætta boð:
Tú mást ikki dríva horð.
Hugsi um gongdina seinastu árini har fleiri og fleiri hjúnarløg fara fyri skeyti, har børnini eru teir stóru taparnir og mugu gjøgnumganga stórar sálarligar trongdir.

Áttanda boð:
Tú mást ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum.
Hetta kenna vit sera væl, at baktala, at spilla hvønn annan út, traðka hvønn annan niður, fyri sjálvi at koma hægri upp.

Hugsi tykkum, um bert hesi trý boðini vóru hildin, so høvdu vit ein nógv, nógv betri heim at liva í. Jú sanniliga lønar tað seg at gera eftir Guds orði.
Men tíverri tykist sum um, at menniskjuni í dag halda seg verða so klók, at sjálvt hin alvísi Gud, sum skapti himmal og jørð, verður settur til síðis. Roynt verður at sleppa sær undan at fylgja hansara fyriskipanum við at siga, at Bíblian kann tolkast ein og annan veg. Men spurningurin er, um vit vilja geva okkum undir Guds vilja ella ei.     

Orðaskifti undir
alt lágmark
Nógv av tí sum hevur verið sagt av teimum sum eru fyri og ímóti hevur verið undir alt lágmark, men tað er eingin ivi um at eins og í ørðum málum so elvir trýst til móttrýst.
Tó mugu vit taka avstand frá teimum sum í bløðunu hava tráðka niður á tey samkyndu og við peikifingri og sjálvtiknum kundskapi hava stempla hesi, sum syndarar og tað sum verri er.
Í Rómarabrævinum 3,22-23 lesa vit: "… Tí eingin munur er; øll hava syndað, og teimum fattst dýrd Guds."
Tað er ikki okkara uppgáva sum kristin at moralisera heimin tí skrivtin lærir okkum at eingin av okkum er uttan synd. Hon lærir okkum um gott og ilt men fyrst og fremst lærir hon okkum hvussu vit skulu umsita hesa vitan ella hvussu vit eiga at vera yvir fyri hvørjum øðrum.
1. kor. 8, 1-2-3: "….kunnskapurin blæsur upp, kærleikin byggir upp; heldur onkur seg vita nakað, so hevur hann aldri vitað nakað, soleiðis sum ein eigur at vita; men tann, sum elskar Gud, er kendur av honum…"
Tað er eingin ivi um at tey sum arbeiða fyri rættindunum hjá teim samkynd hava als ikki duga sær hógv og hava ført seg so ókritiskt provokerandi fram at hetta hevur fállið mongum føroyingi fyri brósti. At hetta hevur elvt til eitt harðligt móttrýst frá prestum, samkomuleiðarum og politikarum, var ikki annað enn vantandi.
Men hinvegin er nógv av tí sum hevur verið ført framm í bløðunum ímóti teimum samkyndu verið so av lagið at hetta óivað hevur fingið mong til at umhugsað um tað ikki er neyðugt at broyta lógina hesum viðvíkjandi.
Sambandsflokkurin, eins og aðrir flokkar, er bundin av síni stevnuskrá og fer eisini í framtíðini á øllum økjum at reka ein framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði.

John William Joensen, formaður
Norðoya Sambandsfelag

—-


Skrá fyri mars mánaða 2005

Týsdagin 7. mars 2006
Kl. 19:00
Almennur fundur við
Hans Arna Bertholdsen,
býráðslimi, um býráðsarbeiðið

Týsdagin 14. mars 2006
Kl. 19:00
Almennur furndur við
Bjørn Kalsø,
landsstýrismanni í fiskivinnumálum.

Týsdagin 21. mars 2006
Aðalfundur
hjá Norðoya Sambandsfelag.
Nærri lýst seinri.

Týsdagin 28. mars 2006
Almennur fundur við
Bárður Nielsen
landsstýrismaður í fíggjarmálum
Allir fundirnir eru almennir.
Fundirnir verða á Sjómansheiminum

Norðoya Sambandsfelag