Komandi leygardag verða steypafinalurnar í flogbólti leiktar. Mansfinalan, har Mjølnir skal spæla ímóti Fleyr, verður leikt kl. 16.00.
Tey flestu munnu minnast til steypafinalurnar í fjør, tá Mjølnirkvinnurnar sigraðu ímóti TB. Í ár hava so menninir henda gylta møguleika. Og Mjølnir ger sjálvandi nógv burturúr og skipar fyri ókeypis bussferð og atgongumerki til dystin.
Farið verður úr Klaksvík, leygardagin kl. 13.15 og heim aftur beint eftir dystin. Børn undir 12 ár skulu ferðast saman við onkrum vasknum, og tey, sum fara við egnum bili, kunnu fáa ókeypis atgongumerki til dystin við at ringja til onkran av niðanfyri nevndu.
Seinasta freist fyri tilmelding er hósdagin 16.02.06 kl. 19.00.
Tilmelding: á tlf. 508029 Ruth Johannesen, tlf. 228777 Tina Purkhús, tlf. 216602 Marjun Kalsø.
Møtið fjølment, stuðlið okkara Flogbóltsliði – gerið dagin til ein festdag fyri allar norðoyingar! Sigur Mjølnir í tíðindaskrivi.




