Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tausen loysir posabandið

John William Joensen

Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður í SEV, sum hevur verið undirlagdur at vera upphav til ósemjuna í SEV, sigur í opnum brævi at Leivur Hansen, stýrislimur, er stórsta vónbrotið hann nakrantíð hevur verið úti fyri innan SEV

Hans Tausen Olsen, umboðsnevndarformaður í SEV:

Rumblið í SEV

Sum kunnugt hevur ein minniluti í stýrinum fyri SEV innkalla til eyka umboðsnevndarfund fyri m.a. at viðgera leiðsluviðurskiftini í SEV.
Fundurin verður komandi fríggjadag. Eg hevði ikki ætla mær at almannakunngjørt mína hugsan um hetta mál. Men tá minnilutin gjøgnum sín sakførara og gjøgnum fjølmiðlarnar nú hevur almannakunngjørt bæði hoyringsskriv, svarskriv til ætlaðu uppsøgnina og tilfar annars, haldi eg tað vera uppá sítt pláss at gera nakrar almennar viðmerkingar til málið.
Satt at siga eri eg sera vónsvikin av, at ein minniluti í stýrinum roynur at gera málið um leiðsluviðurskiftini í SEV til eitt rumbulsmál, og at minnilutin ætlar at royna málið í umboðsnevndini. Sum kunnugt vóru viðtøkurnar fyri SEV fyri minni enn tveimum árum síðani broyttar, so tað er stýrið sum setur stjóran og sum harvið eisini loysir hann úr starvi.
Tá viðtøkurnar vóru broyttar, samtykti umboðsnevndin einmælt, at tað er rættast at stýrið hevur heimildina at seta stjóra og at loysa hann úr starvið. Umboðsnevndin varð samd um, at nevndin, sum telur 70 fólk, ikki er rætta forum at taka støðu til slíkar persónsspurningar
Tí er tað mín vón, at umboðsnevndin hjá SEV vísur hesum máli frá sær, tí annars er vandi fyri, at tað fyri framtíðina als ikki fer at bera til at stjórna SEV.
Minnilutin í stýrinum við stýrisformanninum á odda hevur roynt at gjørt málið til eitt mál um mín persón og mína mótstøðu móti stjóranum. Sjálvsagt er hetta væl orkestrera av advokatinum hjá minnilutanumm, sum eisini er advokatur fyri stjóran. Tað ræður um at flyta fokus frá leiðsluni og at seta fokus á umboðsnevndarformannin í staðin. Hettar er annars ein væl kendur taktikkur, men eg vóni ikki, at hann fer at eydnast hesaferð
Øll sum kenna hetta mál vita, at tað er ein meiriluti í stýrinum fyri SEV sum hevur tikið avgerð um at siga stjóran fyri SEV úr starvi.
Umboðsnevndarformaðurin hevur ikki atkvøðurætt í stýrinum. Tá hettar er sagt, skal eg beinanvegin siga, at eg taki fult undir við avgerðini hjá meirilutanum í stýrinum fyri SEV um at siga stjóran úr starvi, og skal eg koma við mínum grundgeving fyri hesum niðanfyri.
Sum kunnugt hevur minnilutin fyri stýrið innkalla umboðsnevndina til at velja eitt nýtt stýri. Taktikkurin tykist verða, at umboðsnevndin fyrst skal velja nýtt stýrið, og at tað nýggja stýrið so skal seta stjóran fyri SEV aftur í starv. Fyri at fáa frið fyri umboðsnevndini, krevur sami minniluti í stýrinum, at umboðsnevndin eisini skal velja ein nýggjan umboðsnevndarformann.

Við øðrum orðum krevur minnilutin:
at meirilutin í stýrinum skal koyrast frá,
at umboðsnevndarformðaurin skal frá,
at nýggjur meiriluti skal veljast í stýrið
at minnilutin skal veljast aftur
at nýggjur umboðsnevndarformaður skal veljast
at stjórin skal setast aftur í starv.

Hóast tað fyri vanlig fólk má tykjast sum óðamannaverk at fara undir slíka herferð móti øllum enn sær sjálvum, er veruleikin, at tað er stjórin fyri SEV og advokatur hansara, sum eru strategar í hesum leiki.
Millum umboðsnevndarlimir frætti eg, at tað serliga eru fólkaflokksmenn, sum æla at nýta rumblið í SEV fyri at "fólkaflokkurin aftur kann fáa valdið á SEV" Hettar er eisini orsøkin til, at fólkaflokksmenn í hesum døgum ganga runt í Suðurstreymoy og rópa, at "nú mugu vit standa saman um Leivur".
At Leivur Hansen hevur latið seg lokkað av fólkafloksmonnum at royna at vinna teimum valdið í SEV er fyri mær heilt óskiljandi.
Fyri mær er eitt sindur ógreitt, um Leivur Hansen eisini vil hava umboðsnevndina at taka støðu til, hvør er formaður í stýrinum fyri SEV, men málið vísur í síni heild heilt greitt, at tær kreftir sum standa aftanfyri Leivur Hansen á ongan hátt virða vanligar demokratiskar mannagongdir.
Einhvør annars stýrisformaður og einhvør annar stjóri í eini fyritøku hevði sjálvsagt farið frá, um ein meiriluti í stýrinum krevur hetta.
Tað er sjálvandi nakað trupult hjá minnilutanum at koma ígjøgnum við einum pástandi um, at meirilutin í stýrinum allur sum hann er hevur verið ósakligur. Fyri at flyta fokus frá hesum, verður fokus sett á umboðsmevndarformannin. Leivur Hansen hevur roynt at borið út tíðindir um, at "øll sum kenna viðurskiftini í SEV vita, at tað er umboðsnevndarformaðurin sum stendur aftanfyri. At stjórin er uppsagdur er úrslit av klandri millum stjóran og umboðsnevndarformannin."

Hettar er ein grov reingjan av veruleikanum.

Eg má siga, at Leivur Hansen hevur verið eitt hitt stórsta vónbrotið eg nakrantíð havi verið úti fyri innan SEV.
Sum kunnugt var Leivur Hansen bert fyri einum ári síðani valdur til stýrisformann av sama meiriluta, sum hann nú saman við stjóranum vil hava frá. Tað mann verða langt ímillum at slík bakbit fara fram fyri opnum teppi.
Eg havi frá fleiri umboðsnevndarlimum eisini fingið at vita, at minnilutin við stýrisformanninum á odda hevur lopið út í orð, at undirritaði skal hava verið eftir stjóranum líka síðani eg bleiv valdur til umboðsnevndarformann.
Fyrst er at siga, at hesi tíðindi frá Leivi Hansen er prógv fyri, at hann grovliga undirmetur støðutakanina hjá meirilutanum í stýrinum fyri SEV. Eg eri heilt vísur í, at meirilutin í stýrinum bert hevur tikið saklig atlit og at meirilutin hevur handlað eftir bestu sannføring. Viðmerkjast skal, at meirilutin eisini í síni støðutakan hevur fingið holla løgfrøðisliga vegleiðing.
Eg verið noyddur at greiða eitt sindur meira frá viðurskiftunum millum meg og stjóran, so øll kunna skilja mínar orsøkir til, at eg ikki longur havi álit á stjóranum fyri SEV.
Undirritaði var valdur til umboðsnevndarformann  í SEV í 1993 og øll árini fram til 2002, tá málið um Vágatunnulin kom undan kavi, royndi eg at verja borg saman við stjóranum. Øll vita, at eisini undan málinum um Vágatunnulin var ofta stórt rumbul í SEV.
Ein ávísur umboðsnevndarlimur førdi fleiri rættarmál móti SEV m.a. orsakað av tí nógv umtalaða húsakeypinum, sum stjórin fyri SEV stóð á odda fyri.
Øll hesi árini árini vardi eg sjónarmiðini hjá stjóranum, tí eg helt ikki tá,  at ákoyringarnar frá einstøkum umboðsnevndarlimi tæntu nøkrum endamáli.
Í dag kann eg gott avdúka, at eg longu orsakað av húsakeypinum innast inni fekk eina kenslu av minkandi áliti á stjóran, tí tær dispositiónir, sum stjórin framdi í samband við nevnda húsakeyp vóru ikki rættar, og tær fylgdu ikki teimum mannagongdum, sum viðtøkurnar í SEV ásettu.
Avgerðin um húsakeypið bleiv eftirfylgjandi góðkend bæði í stýri og í umboðsráðið, so fyri sovítt er málið um húsakeypið avgreitt fyri mongum árum síðani.
Gjøgnum árini gjørdist mín ivi til leiklutin hjá stjóranum bara størri og størri. Tað verður alt ov drúgt at fara í smálutir við hesum, men eg kann nevna nøkur dømir um avgerðir hjá stjóranum, sum undir vanligum umstøðum og í privatum fyritøkum vildu havt álvarsligar fylgjur.
Fyri nøkrum árum síðani fór stjórin sjálvur út til ávísar motorleverandørar, og bað um tilboð uppá tveir motorar, sum skuldu setast upp inni á Sundi, uttan nakra heimild frá hvørki umboðsnevnd ella stýri. Talan var um ein orda uppá fleiri milliónir krónur.
Stýrið tók málið til viðgerðar, og stjórin bleiv settur uppá pláss. Hesin framferðarháttur er annars rættuliga sigandi um atburðin hjá stjóranum í síni heild.
Eisini í samband við vatnorkuútbyggingina eru dømir um, at stjórin ikki hevur virt samtyktir hjá stýrinum. Fyri nøkrum árum síðani var mikið rumbul í stýrinum, tí tá kom fram, at stjórin ikki ætlaði at broyta eina samtykt hjá umboðsnevndini viðvíkjandi vatnorkuútbyggingini.
Niðurstøðan í stýrinum var í februar 2000 hendan: "at samskifti millum stýrið og stjórn ikki er nøktandi. Serliga er ónøgd við kunning og ymiksar mannagongdir". Tað er tí beinleiðis ósatt, tá stjórin í fjølmiðlunum gjøgnum sín sakførara førur fram, at hann ongantíð skal hava fingið nakra átalu.
SEV hevur ongantíð staði fyri almennum útbjóðingum av arbeiðum og leveransum, sum felagið skal hava. Hettar er í stríð við hugburðin hjá stjóranum. Tingini skula helst avgreiðast í duldum av stjóranum sjálvum. Vanligar mannagondir verða ikki virdar og ongin annar skal blanda seg uppí hvat stjórin tekst við.
Nær hava til dømis føroyskir el-innstallatørar fingið nakað arbeiði av týdningi frá SEV. Sum heild er hugtøk sum opinleiki, útbjóðing og gjøgnumskygni fullkomuliga týdnigarleys fyri stjóran í SEV.
Stjórin bleiv, uttan nakra samtykt í stýrinum fyri SEV,  nevndarformaður bæði fyri Vágatunnulin og Norðoyatunnulin. Hann fekk loyvi til at gerast nevndarlimur, men áðrenn nakar visti av, varð hann blivin nevndarformaður. Tað sama var galdandi fyri Smyril Line.
Eisini í hesum samanhangi uppstóð ofta órógv, tí stjórin ikki vildi lurta eftir øðrum. Eitt nú stungu stórir trupuleikar seg upp undir útbjóðingini av Vágatunnlinum og tá tunnulin skuldi opna fyri almenninginum, var tað sjálvandi stjórin sum meir ella minni einsamallur skuldi avgerða prísirnar at koyra undir Vestmannasund.
Oman á tað heila gjørdi stjórin eisini eina undirhondsavtalu við NCC um eisini at gera tunnilsarbeiði til Norðoyggjar. Sjálvt um talan var um eina av stjórstu verkætlanum í Føroya søgu, ætlaði stjórin sær ikki at bjóða arbeiði út.  Nei hann hevði tað sjálvandi nóg gott saman við NCC. Tá hetta kom fram skar Vinnumálaráðið ígjøgnum og kravdi, at arbeiði skuldi bjóðast út.
Tað kom eisini ógvuliga dátt við at vera vitni til leiklutin hjá stjóranum í málinum um Vágatunnulin. Her arbeiddi hann skiftivís sum nevndarformaður fyri Vágatunnulin, onkuntíð sum stjóri fyri SEV og gjørdi avtalur við seg sjálvan. Hann gav sjálvur ordrar at keypa útgerð til Vágatunnuling sum SEV skuldi gjalda, men sum Vágatunnulin skuldi reka.
Omaná tað heila skuldi hann sum stjóri í SEV (og rakstrarleiðari) góðkenna el-installatiónina í tunnlinum. Hetta vakti sum vera mann stóran ans millum installatørar. Einhvør kundi spara sær at kæra til el-nevndina, tí her sat eisini stjórin fyri SEV. Hugtøk sum gegni rína heldur ikki við stjóran.
Eftir rokið um Vágatunnulin varð ein semja gjørd. Umboðsráðið hevði í umbúna at geva stjóranum eina átalu, men í staðin royndi eg at virka fyri, at ein semja bleiv gjørd so friður aftur kundi valda í SEV. Avtalan innibar, at nú skuldu konkret stig takast til at nýtímansgera bygnaðin fyri SEV.
Farið varð undir at broyta viðtøkurnar fyri SEV so leiðslan fyri felagsskapin kundi skipast við størri breidd og við størri opinleika. Ein starvsfólkapolitikkur skuldi eisini stingast út í kortið.
Nógv orka bleiv løgd í at orða nýggjar viðtøkur, sum m.a. høvdu við sær, at leiðslan fyri SEV skuldi víðkast við deildarstjórum og samstundis skuldi ein rakstrarleiðari setast.
Uttan at fara í smálutir við hesum, kann eg siga, at veruleikin er, at stjórin hevur gjørt alt sum yvirhøvur hevur staðið í hansara makt at forða fyri, at bygnaðarbroytingarnar kundu fremjast í verki.
Í staðin fyri at vera ein viðspælari hevur stjórin á ymiskan hátt roynt at seta forðingar í vegin.
Eitt úrslit av hesum hevur verið, at SEV seinastu árini hevur mist fleiri góðar leiðandi medarbeiðarar, tí hesir hava ikki kunna góðtikið leiðslustílin hjá stjóranum. Eingin starvsfólkapolitikkur er enn lagdur fyri stýrið til støðutakan.

Eitt gott dømið um hugburðin hjá stjóranum er eisini málið um nýggja rakstrarleiðaran hjá SEV.
Hugtakið rakstrarleiðiari er kanska eitt sindur misvísandi, men ein rakstrarleiðari hevur fyrst og fremst eftirlit við, at trygdin í SEV er í lagi. Tað virksemi sum SEV rekur verður roknað fyri vandafult virksemi, og tí hevur tað sera stóran týdning at trygd og trygdarskipanir eru í lagi.
Stýrið hevur seinasta árið roynt at gjørt stjóranum greitt, at tað ikki er rætt, at stjórin hevði hesa eftirlitsuppgávu, tí stjórin kann skjótt blíva ógegnigur í slíkum spurningum.
Stjórin fyri SEV skal m.a. virka fyri so góðum rakstrarúrslitum sum gjørligt, og tað er ikki altíð vist, at hesi endamál kunna samansjóðast við leiklutin sum eftiransari av trygdini í SEV.
Sambært hugburðinum hjá stjóranum kann stjórin uttan nakran trupuleika ansa eftir sær sjálvum. Fyrst royndi stjórin at føra fram, at hann hevði røkt hesa uppgávu uttan nakran trupuleika síðani hann bleiv stjóri fyri 25 árum síðani.
Síðani førdi hann fram, at tað er vanligt, at stjórar fyri elfeløg samstundis eru rakstrarleiðarar.
Eftir at serfrøðingar úr Danmark vóru í Føroym og greiddi leiðsluni fyri SEV hvørjar uppgávur ein rakstrarleiðari hevur, er ikki ov nógv sagt. at stjórin bleiv avdúkaður. Tað sum hann hevði sagt fyri stýrinum hesum viðvíkjandi var ikki samsvarandi veruleikanum. Tað er sjálvandi ikki vanligt, at stjórar fyri el-feløg eisini eru rakstrarleiðarar.
Síðandi royndi stjórin at føra fram, at trygdarfunktiónin ikki hevur so stórt innihald, at neyðugt er at seta ein persón burturav í hetta starv, og soleiðis hevur stjórn gjørt alt fyri at forða fyri, at ein nýggjur rakstrarleiðari bleiv settur.
Til endans noyddist stýrið at skera ígjøgnum og samtykkja, at lýsast skuldi eftir einum nýggjum rakstrarleiðara.
Málið um rakstrarleiðaran er enn eitt dømi um, at stjórin als ikki hevur verið nakar viðspælari at fáa tær bygnaðarbroytingar settar í verk, sum umboðsnevndin hevur samtykt.
Í samband við omanfyri  nevndu semju varð eisini avtalað, at mannagongdir í samband við fíggjarætlanina hjá SEV skuldu broytast, so stýrið kundi fáa ein reellan møguleika at stýra fíggjargongdini hjá SEV.
Fyri uttanfyri standandi kann hetta tykjast sum eitt løgið mál, men veruleikin er, at tær fíggjarætlanir, sum leiðslan fyri SEV gjøgnum fleiri ár hevur lagt fyri stýrið, ikki á nakran hátt hava givið stýrinum nakran reellan møguleika at fylgja við fíggjargongdini og hvat peningurin veruliga verður brúktur til.
Samlaða fíggjarætlanin fyri SEV, sum hevur ein umsetining uppá hundratals milliónir, hevur verið løgd fyri stýrið sum 3 A-4 ørk, har tølini enntá hava verið skrivaði við stórum tølum.
Hesar fíggjarætlaninar hava verið fullkomuliga einkisigandi. Tær hava ikki innihildið neyðugar sundurgreiningar av útreiðslum og tíðaravmarkingar av íløgum, sum stýrið játtar o.s.fr. Við øðrum orðum hava fíggjarætlanirnar ikki givið eina rætta mynd av rakstri felagsins.

At ein fyritøka sum SEV í 2006 kann leggja fyri dagin eina ársfíggjarætlan, sum einans telur 3 síður, har als ongar upplýsingar eru um undirkonti v.m. er sambært teimum roknskaparfólkum eg havi tosað við, púra ófatuligt.
Eg varð noyddur at útseta seinasta umboðsnevndarfund, tí fíggjarætlanin fyri 2006 ikki var búgvin til viðgerð í nevndini. Neyðugt var eisini at leggja fram eyka skjøl á sjálvum fundinum og fíggjarætlanin lýkur framvegis ikki minstukrøvini til eina slíka ætlan.
Men hettar er aftur eitt dømi um hugburðin hjá stjóranum, sum er at alt skal krógvast so nógv burtur sum gjørligt. Tá stýrið tók málið upp royndi stjórin at mótarbeiða og tað var ikki fyrr hann fekk beinleiðis tænastuboð, at arbeiði við at nýtímansgera fíggjarætlanina varð sett í verk.
Tað var eftir øllum at døma málið um  Seawave sum fekk bikari at flóta yvir hjá meirilutanum í stýrinum fyri SEV. Tað verður ov drúgt í hesum samanhangi at viðgerða hetta mál, men fyri mær er tað ein stórur spurningur, um hetta mál ikki átti at verið sent til løgregluna til nærri kanningar.

SEV eigur stóran part av partapeninginum í felagnum.
Felagið søkti sær stuðul frá oljufeløgum og fekk upprunaliga at vita frá oljufelagnum, sum seinni stuðlaði verkætlanini, at umsóknin ikki  kundi játtast vegna alt ov høgar útreiðslur til umsiting.
Nevndin fyri felagið, har stjórin umboðaði SEV í nevndini, broytti hereftir uppstillingina á ein slíkan hátt, at spurnartekin kann setast við um nevndin ikki hevur framt svik móti viðkomandi oljufelag.
Stjórin fyri SEV hevur umboðað SEV í nevndini fyri Seawave og hevur eftir míni áskoðan verið við til at tikið avgerðir, sum gera hann óverudugan til framhaldandi at standa á odda fyri SEV. Bert fyri at taka eitt dømi, so kann nevnast, at nevndin saman við stjóranum tók avgerð um at leingja sáttmálan við konsulentfyritøkuna, sum samanlagt hevur fingið útgoldið 1,5 mill. kr. í samband við verkætlanina, sama dag sum nevndin visti av, at hon fór at blíva skift út.
Eg eri sera keddur av, at tað skuldi koma so langt, at vit nú komandi fríggjadag skula viðgera spurningar um leiðsluna av SEV, sum helst ikki áttu at fingið almenna viðgerð, tí talan er um persónsmál.
Eg vóni ikki, at ætlanin hjá minnilutanum og stjóranum fer eydnast. Tað er eingin ivi um, at tað er neyðugt at seta nýggja leiðslu fyri SEV fyri at fáa frið og fyri at fremja tær broytingar av felagnum, sum eru neyðugar, serstakliga nú ætlanin er at samtykkja eina nýggja elveitingarlóg.


Runavík 13. februar 2006
Hans Tausen Olsen