Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Asfalt – Føroya størsta tónleikatiltak

Oliver Joensen

Á seks pallum fara 60-70 bólkar og einstaklingar at spæla øll sløg av tónleiki, siga Føroya Banki og Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivi.


Tórshavn 17. februar 2005
 
 
 
 
 
Á seks pallum fara 60-70 bólkar og einstaklingar at spæla øll sløg av tónleiki í Tórsgøtu í Havn 2. og 3. juni í summar. Tónleikatiltakið ASFALT hevur til endamáls at vísa fram og menna føroyskan tónleik. Føroya Banki og Tórshavnar Kommuna stuðla tiltakinum
 
Tíðindaskriv
 
Ein av kendastu gøtunum í høvuðsstaðnum, Tórsgøta, verður í summar karmur um Føroya størsta tónleikabrak nakrantíð. Millum 60 og 70 bólkar og einstaklingar fara at spæla í gøtuni allan fríggjadagin 2. juni og leygardagin 3. juni. Tónleikararnir fara at spæla á seks ymiskum pallum. Spælt verður í Miðlahúsinum, Posthúskjallaranum, á Margarinfabrikkini, Tjóðpallinum, Hotel Tórshavn og á einum stórum útipalli við Hotel Tórshavn.
 
Tónleikurin, sum fer at runga í Tórsgøtu, verður sera fjølbroyttur. Møguligt verður at hoyra føroyskan dans, popp, punk, rock, gospel, heavy metal, kór, blues og fólkatónleik. Allir bólkarnir og einstaklingarnir verða føroyskir. Tórsgøta verður afturlatin fyri ferðslu, meðan tiltakið er. Tvey sløg av atgongumerkjum verða at fáa til tiltakið. Annað gevur atgongd til allar pallarnar. Hitt gevur atgongd til útipallin. Roknað verður við, at pláss verður fyri 2.500 fólkum tilsamans.
 
Bankin og býurin
Føroya Banki og Tórshavnar Kommuna stuðla ASFALT fíggjarliga. Bogi Andreassen, leiðari á Margarinfabrikkini, og Annlis Bjarkhamar fyrireika tiltakið. Endamálið við ASFALT er at varpa ljós á fjølbroytta tónleikaumhvørvið í Føroyum. Fyri Føroya Banka er umráðandi áhaldandi at kunna stuðla menningini av føroyskum tónleiki. Fyri Tórshavnar Kommunu er umráðandi at kunna bjóða býin fram og savna føroyskar tónleikarar eitt vikuskifti.
 
Føroya Banki hevur játtað at stuðla ASFALT komandi trý árini. Bankin og býurin hava eisini gjørt av, at setast skal á stovn ein grunnur at stuðla føroyskum tónleiki, ið nevnist ASFALT-grunnurin. Fíggjarliga avlopið av tiltakinum í Tórsgøtu fer í grunnin. Grunnurin skal virka fyri at fáa til vega eitt spælistað í Havn og fer eisini at kunna stuðla øðrum tónleikaátøkum. Føroya Banki, Tórshavnar Kommuna og Mentón fara at stjórna grunninum.
 
Tað er okkum ein stór gleði at vera við til at stuðla hesum slóðbrótandi tiltakinum. Føroyska tónleikalívið hevur tikið seg sera nógv fram seinnu árini. Vit eru í ferð við at fáa okkara egnu heimsstjørnur, og umráðandi er, at menningin av tónleikalívinum sleppur at halda fram. Við hesum stuðlinum vilja vit blása uppaftur meira lív í føroyskan tónleik, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
 
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fegnast um stóra virksemið, sum verður í Tórsgøtu í summar:
 
Tað er altíð gleðiligt, tá býurin er vertur fyri stórum mentanartiltøkum, tí list og tónleikur hava ómetaliga stóran týdning fyri okkara vælferð og trivnað. Í Tórsgøtu er eitt virkið mentanarlív um at taka seg upp, og gøtan fer sum frálíður at gerast listarligi og mentanarligi miðdepilin í Havn. Nýggjasti spírin er ASFALT. Kommunan stuðlar heilhugað hesum spennandi tiltakinum saman við Føroya Banka.
 
Nýmótans altjóða tiltak
Lýsingarfyritøkan Reproz hevur uppfunnið heitið á tiltakinum og gjørt búmerkið. Heitið ASFALT skal vísa, at talan er um tiltak, sum fer fram í einum nýmótans býi. Alt konseptið hevur ein urbanan dám, ið skal fáa fólk at hugsa um café og stiletthælar. Dentur er lagdur á at gera búmerkið einfalt, so tað kann brúkast í nógvum samanhangum. Reproz ger eisini eitt nýtt hátíðarmerki til Føroya Banka í sambandi við 100 ára føðingardag bankans í ár. Tað verður avdúkað fyrsta dagin.
 
Fyriskipararnir av ASFALT kunnu longu nú fegnast um, at nógvir bólkar og einstaklingar hava játtað at spæla í Tórsgøtu í summar. Stuðlar og fyrireikarar hava eina visjón um, at ASFALT skal gerast sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik út í heim. Tí verða útlendskir tónleikaútgevarar, ummælarar og konsertfyrireikarar í framtíðini bodnir við til brakið í Tórsgøtu. Nærri verður at frætta um atgongumerkjasøluna í mars mánaði.