Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann.

John William Joensen

Viðvíkjandi greiðari skilnað millum lands- og kommunuuppgávur og hvørji útlit eru fyri eini samanlegging í størri og sterkari kommunuøki

1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fáa størri og sterkari umsitingarligar kommunalar eindir?
2. Hvørjar ætlanir liggja í kortunum til tess at fáa størri undirtøku fyri at fáa veruligt og skynsamliga greiðari býti millum land og kommunur?
3. Um so er, at landsstýrismaðurin ætlar at fáa størri og sterkari umsitingarligar kommunalar eindir, og tað ikki frívilliga letur seg gera og samgongan ikki vil (torir) ella semja ikki finst, ætlar hann so at fáa samanlegging framda við lóg?
4. Kann roknast við, at  tær kommunur, sum ikki frívilliga hava lagt saman innan 2009, at tær við lóg verða samanlagdar?
Bæði núverandi og seinasta landsstýrissamgonga settu sær fyri at styrkja kommunala økið við styrktum kommunalum sjálvstýri og sjónligari ábyrgd við greiðari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur, samstundis sum samráðingar skuldu takast upp við kommunurnar, um hvørji øki skulu leggjast út.
Umframt hetta verður mælt til í samgonguskjalinum, at "Miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið".
Stívliga 5 ár eru nú liðin, síðani arbeiðsbólkurin lat úr hondum álitið "Raðfesting og staðfesting av uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur".
Talan er her týðiliga um, at greiðari býti skal fremjast millum lands- og kommunuuppgávur, og við hesum býti sambært skattaskipan, at: "kommunurnar fáa tær inntøkur, ið eru neyðugar til at fíggja teirra lut í almennu uppgávunum". – Hetta er sjálvsagt.
Grundarlagið undir teimum tilmælum er samstundis, sum sagt verður í álitinum, at "tryggja, at allar kommunur eru fíggjarliga førar fyri at røkja tær kommunalu uppgávurnar".
Í Meginreglu 3 í álitinum stendur í undirtekstinum, at: "skalt tú fáa eina virkisføra (effektiva) uppgávurøkt, so er umráðandi, at økið, sum uppgávan skal fevna um, hevur eina burðardygga stødd. Tað merkir, at kommunan hevur búskaparligan og umsitingarligan førleika at stýra, so at tilfeingið verður gagnnýtt sum best, soleiðis at allir borgarar í landinum hava eitt ávíst tænastustøði, sama um borgararnir búgva í einari stórari ella lítlari kommunu….."
Tá talan er um "virkisføra uppgávurøkt", eina "burðardygga stødd", "búskaparligan og umsitingarligan førleika", samstundis, sum  kommunur skulu yvirtaka umsitingarøki frá landsumsitingini,  kann eingin ivi verða um, at neyðugt er, at kommunurnar verða savnaðar í størri og virkisførari eindir. Alt annað er burturvið, og kemur ongantíð at geva kommunum og økjunum nakran framburð á umsitingarliga økinum og soleiðis heldur onga menning sum heild.
Tað er skilaleyst at hava tví-umsitingarligar eindir, soleiðis, at samstundis sum umsiting verður framd í kommunum, so eisini ein miðfyrisitingarlig landsumsiting fyri sama umsitingarliga táttin. Hetta er bæði fløkt, tápuligt og búskaparliga burtur úr vón og viti. Men í løtuni verður henda leiðin í veruleikanum gingin.
Fleiri royndir hava verið gjørdar við samráðingum millum landsstýrið og kommunur, bæði í núverandi og seinastu samgongu – uttan úrslit – at fáa til vega, sum nevnt undir "Roknskaparreglur og bókhaldsskipan":  "Roknskaparreglur eiga at verða ásettar skjótast til ber. Neyðugt er við eintýddum ásetingum; átrokandi neyðugt er eisini at áseta í eini kontoskipan neyvari reglur um bókhald og um roknskapir. Uttan hetta verður trupult at leggja nýggj stór øki út til kommunurnar".
Síðani álitið varð latið úr hondum frá arbeiðsbólkinum, hevur ávíst trýst verið lagt á kommunurnar, um at fáa hesi viðurskifti í rætt lag. Uttan úrslit.
Eisini tá eg sjálvur var landsstýrismaður,  legði eg bæði fyri landsstýrið og samgonguna, at leggja kommunur saman í størri umsitingarligar eind-ir, og um tað ikki gevur úrslit, at hetta verður framt við lóg innan 2009. Higartil hevur landsstýrissamgongan ikki vilja (tora) at sett veruliga út í kortið.
Lat meg her skoyta uppí, at fáa skil á hesum tátti, er tvingandi neyðugt, tá
visión 2015 umræður. Tað er nú, grundarlagið skal leggjast.
So leingi hesi himprandi viðurskifti halda fram, sum tey nú gera, hendir ein framhaldandi vanstýring,  tað ið verður lagt út, verður gjørt sum best ber til, seinastu dømini eru barnaverndarskipanin og ellis- og røktarheimsbyggingin  í sunnaru helvt í Suðuroy.
Umframt, at einki veruligt fer at koma burturúr at leggja uppgávur út til økini, og harvið fáa økini styrkt, sær út til, at uppgávubýtið millum land og kommunur – í løtuni –  gerst alt meiri fløkt og skilaleyst.
Vanliga verður tosað um kommunala sjálvstýrið. Um nakað sjálvstýrið skal verða, er neyðugt, at nakað yvirhøvur er at stýra annað enn nakrar vegagerðir, kloakkir og onkur hissini útstykking, og okkurt afturat hesum, meðan aðrar íløgur og annar rakstur liggur hjá landsumsitingini. Her verður ongin broyting fyrrenn vit fáa sterkari umsitingarligar eindir og tað vil siga størri og meiri virkisførar kommunur.
Nú økini úti um landið vikna í stórum umsitingarliga og harvið sum heild, fær sentrala landsumsitingin alt størri fótafesti.
Jógvan við Keldu,
løgtingsmaður